Afturhvarv
Leygarkvøldið 9. apríl skipa ÍF-stuðlar fyri serligum 70´ara kvøldið í Mentanarhúsinum. Tá fara fýra kend 70-ara nøvn á pallin; tveir bólkar og tveir DJ´s. Bólkarnir, sum fara at spæla, eru Absurdy Fair og Hjarnar, meðan teir báðir Atli Larsen og Gissur Patursson fara at venda plátum. Tað man hava verið langt síðani - fyri ikki at siga ongantíð - at fýra so stór nøvn frá 70 árunum spæla til dans sama kvøldið og í sama húsi. ÍF-stuðlar vóna við hesum, eisini at megna at fáa ung frá tí tíðini í dans. Hetta kvøldið verður 20 ára aldursmark. Atgongumerki fáast í forsølu á hesum støðum:
Kioskini hjá Bassa, Shell í Gøtudali, Statoil í Leirvík, Statoil í Saltangará, Statoil í Skálabotni, Café´ini við Streymin, Statoil í Gundadali og 3-aranum í SMS. Um tiltakið ikki er útselt í forsølu, kunnu atgongumerki eisini keypast við dyrnar.
Sama kvøld er DJ-show í Ítróttar-høllini á Kambsdali fyri teimum ungu. Fyriskip-arar á Kambsdali eru ÍF fótbóltur og ÍF-stuðlar.