"Ultras" fingu fjepparavøruvogn lakeraðan fyri einki

Fjepparafelagið hjá Vìkingi upplivdi ikki smávegis vælvild í teirra royndum at skapa ein góðan stemning í Eysturkommunu undan steypafinaluni

Partur av átakinum hjá fjepparafelagnum hjá Víkingi, sum eitur "Ultras" at fáa fólk í Gøtu og Leirvík at ressast til steypafinaluna ímóti KÍ á Tórsvølli komandi leygarkvøld er ein vøruvognur í Víkinga-litum við Víkinga-búmerkjum, sum sæst væl og virðiliga aftur í landslagnum.

 

Jógvan Óli Kristiansen frá Ultras greiðir frá, at tað var ikki meir enn hálvttalað orð, so hevði Autolakering í Norðragøtu lakerað ein gamlan Volkswagen vøruvogn, so hesin nú ber Víkinga-litirnar. Og teir hjá Autolakering skuldu einki hava afturfyri ómakin. Tey í Ultras eru sera fegin um hesa vælvildina, sum ger teirra arbeiðssetning nógv lættari.

 

Ultras hava koyrt runt í Gøtu og Leirvík í kvøld fyri at skapa góðan stemning, og neyvan er nakar í Eysturkommunu, sum ikki veit, at steypafinala er millum Víking og KÍ á Tórsvølli í Havn, leygarkvøldið klokkan 18. 

 

Rás2 sigur beinleiðis frá steypafinaluni. Til ber at lurta á www.midlar.fo, á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.