Um at lúgva sum fuglurin flýgur

Ein maður, ið tykist hava funnið sær sum kall at leggja undirritaða og Tjóðveldi undir líkt og ólíkt, hevur sent enn eina grein til miðlarnar. Har leggur hann Tjóðveldi undir at lúgva um skattalættar. Hann vil vera við, at Tjóðveldi skal hava spurt fíggjarmálaráðharran uppá ein so snildisligan máta, at tað sum fíggjarmálaráðharrin hevur svarað, er lygn. Og tískil lýgur Tjóðveldi altso (!).

Hann heldur m.a. uppá, at tað passar ikki, at landskassin hevur mist 382 mió. upp á skattalættarnar hjá ABC-samgonguni. Hann setir fram, at kostnaður hjá kommunukassunum er roknaður upp í hetta talið. Og hann sigur enntá, at ein skattalætti hjá undanfarni fullveldissamggongu er roknaður uppí.
Til tess at sleppa undan barnsligum uppáhaldum um fakta, verða spurningar og svar hjá Fíggjarmálaráðharranum endurgivin niðanfyri í orðarættum líki. So kunnu fólk sjálvi meta um, hvør lýgur sum fuglurin flýgur.
- M. a. stendur orðarætt útgreinað, at kostnaðurin fyri kommunur er ikki roknaður uppí.
- Og orðarætt stendur, at “var 2004 skattastigin eisini galdandi í 2009, hevði hetta givið landskassanum eina meirinntøku uppá 382 mió. kr”. Sostatt eru altso bara roknaðar við tær broytingar, ið ABC-samgongan hevur framt, eftir at hon tók við í 2004.
Sum eitt uppískoyti kann verða nevnt, at CHE-samgongan rullaði seinasta partin av skattalættunum hjá ABC-flokkunum aftur, soleiðis, at varð hetta ikki framt, hevði kostnaðurin av skattalættunum fyri landskassan í 2009 verið omanfyri 50 mió. hægri. Og sjálvt uttan hetta kosta skattalættarnir hjá ABC altso upp ímóti 400 mió. kr. hvørt ár fyri landskassan.
Tá tú við ósannindum leggur onnur undir at lúgva – og faktaini liggja á borðinum – so hevði tað sømt seg við eini treytaleysari umbering.
Svarið hjá Jóannesi Eidesgaard, fíggjarmálaráðharra, er soljóðandi – orðarætt endurgivið í fullum líki ?(finst eisini á hesi leinkju: HYPERLINK "http://www.logting.fo/files/casewrittenquestion/97/055.09%20Iskoytissvar%20f.J.Eidesgaard%20-%20t.H.Hoydal-Buskaparpolitiskar%20avgerdir.pdf" www.logting.fo/files/casewrittenquestion/97/055.09%20Iskoytissvar%20f.J.Eidesgaard%20-%20t.H.Hoydal-Buskaparpolitiskar%20avgerdir.pdf ):
“Ískoytissvar til fyrispurning Nr. 55/ 2009 eftir Tingskipanini § 52 a frá Høgna Hoydal.
Svar til spurning 8
Hvussu nógv hava skattalættar kostað landskassa og kommunum frá 1998 til 2003??og
Svar til spurning 9
Hvussu nógv hava skattalættar kosta landskassa og kommunum frá 2004 til 2009?
Var 1998 skattastigin eisini galdandi í 2003 hevði hetta givið landskassanum eina meirinntøku uppá 103 mió. kr.
Var 2004 skattastigin eisini galdandi í 2009 hevði hetta givið landskassanum eina meirinntøku uppá 382 mió kr.
Í tíðarskeiðnum 1998 til 2003 var barnafrádrátturin í landsskattinum hækkaður við áleið 44 mió kr. og merkti hetta tilsvarandi skattalækking.
Í tíðarskeiðnum 2004 til 2009 var barnafrádrátturin í landskassanum ikki broyttur.?Broytingar í landsskatinum hava eisini eina ávísa ávirkan á kommunskattin orsakað av 50 % markinum, men talan er her um sera smáar uphæddir.
Fíggjarmálaráðið, 5. januar 2010
Jóannes Eidesgaard
Landsstýrismaður”