Um at vaska hendur í pensiónsmálinum

Í dagliga handatvátti sínum í fjølmiðlunum farnu vikuna leggur formaður sjálvstýrisfloksins upp til at fáa stuðul frá tingmonnum at leggja fram eitt broytingaruppskot viðvíkjandi pensiónum til landsstýrismenn.

 

Jenis av Rana, løgtingsmaður

???????????????????????????????????


Í dagliga handatvátti sínum í fjølmiðlunum farnu vikuna leggur formaður sjálvstýrisfloksins upp til at fáa stuðul frá tingmonnum at leggja fram eitt broytingaruppskot viðvíkjandi pensiónum til landsstýrismenn. Miðfloksins vegna ynski eg at gera greitt, at eitt uppskot um skilagóðar broytingar fær fullan stuðul, men vit vóna, at slíkt uppskot kemur frá aðrari síðu, skilabest hevði verið at landsstýrið kom við tí. Kemur uppskotið frá tingkvinnuni, hætti eg mær ikki at verða við, til tað ræða sporini ov nógv- ikki bert í hesum málinum!

At rógva upp undir, at tingmenn møguliga hava gjørt broytingar, sum eru í andsøgn við endamálið, og at tingmenn ikki hava verið greiðir yvir fylgurnar av uppskotinum, er burturvið og ein løgin roynd at manipulera. Fullvæl vóru vit greið yvir endamálið við uppskotinum hjá Helenu & Co, lat ongan iva verða um tað. Sjálvur minnist eg so væl tær viðmerkingar, grannin við tingborðið og eg høvdu, tá skjalið við broytingaruppskotinum lá á borðinum fyri okkum, beint áðrenn atkvøðast skuldi. Tað vóru neyvar viðmerkingar um hvat tey nú borðreiddu sær sjálvum, og heitið vit báðir settu á uppskotið var stutt og greitt ?svínari ?- og hvørgin atkvøddi fyri tí.

Vón mín og áheitan á fjølmiðlarnar er, nú tit eru í holt við pensiónsspurningin, at fara víðari og viðgera tann órætt, ið verður framdur móti stóra partinum av borgarum, sum fáa eina pensión, sum als ikki er at liva av og ikki hevur uppiborið heitið pensión. Tit áttu at kanna, hvat ikki bert politikkarar, men eisini fakfelagsleiðarar, hava tykist við mongu farnu árini, hví teir, undantikið onkur einstakur, ikki hava røkt hesi áhugamál lima sína. Í hesum sambandi hugsi eg um dømi, sum eldri maður segði mær. Hann fekk í dag, eftir at hava siglt við útlendskum reiðari frá ungum av, kr 24.000,- sendandi inn dyrnar hvønn mánaða- grannar hansara, ið hava stríðst við føroyskum skipi ella kanska vunnið sær inntøkuna uppi á landi, fáa kanska tær 4.000,-. Her eru veruliga nøkur, ið ikki hava røkt teirra skyldu yvir fyri egnum limum.