Hvat hendur við einum fólki, ið útflytur ein stóran part av teimum ,,bjartastu heilunum, ættarlið eftir ættarlið? Ein og hvør seyðamaður veit, at um hann bert vil hava til dømis hvítan seyð og tekur tann litta av, so verða skjótt mest av hvítum seyði og at enda einans tann eini liturin. Hendan gongdin má vendast. Vit fara at mangla hesi í fólkasamansetingini til at hjálpa okkum, at taka vísar avgerðir fyri Føroyar. Vitan er styrki, tí er tað avgerðandi neyðugt at menna Fróðskaparsetrið og stuðla viðkomandi gransking. Hóskandi arbeiði og rímuligan búðstað er ein fyritreyt fyri, at tey velja Føroyar sum teirra framtíðar bústað.
Tíðindi