Um meg

 

 

Eg eiti Rani Andrasson Skaalum, eri 39 ár, giftur Aleksandru Melo Skaalum og saman eiga vit dreingirnar, Jónatan, Benjamin, Ísak og Mattias. Eg tók læraraprógv í 2009 og havi síðani arbeitt sum lærari í Tórshavn og Hoyvík.

 

Undirvísingarmál og mentan hava sostatt mín stóra áhuga. Harumframt havi eg stóran áhuga fyri sosiala økinum. Eg komi í samband við ymsar funktiónir og stovnar, ið hoyra undir bæði land og kommunu. Tað eru fleiri ting, ið eg haldi, at land og kommuna eiga at gera betur.

 

Tað er alt avgerandi, at vit í hesum tíðum hava fokus á at gera tað lættari hjá okkara ungu at seta búgv, trygt hjá familjuni at liva og virka í samfelagnum, og tryggja okkara gomlu eitt gott og innihaldsríkt lív. Fyri at náa hesum málum er tað umráðandi, at vit hava fíggjarligt skilvísi, og at vit gera langtíðar ætlanir við framtíðini í huga.

 

Tey, sum eru ung í dag, gjalda fyri mistøkini hjá teimum, ið livdu áðrenn tey. Vit mugu ikki gera somu mistøk og senda rokningina víðari til okkara børn og barnabørn. Tað er okkara ábyrgd og skylda at fara væl um okkara umhvørvi, tilfeingi og samfelag, so vit kunnu lata tað víðari, ið vit hava fingið í arv, í betri standi enn áðrenn vit fingu tað litið upp í hendur. Tað er torført at liva upp til, men tað eigur at vera okkara mál og mið.

 

 

 

HJARTAMÁL:

 

- at endurskoða og dagføra skúlaverkið. Byrjandi við fólkaskúlanum.

 

- at endurskoða samstarvið ímillum ymsu geirarnar hjá landi og kommunu á psykiatriska økinum. Her

 

fæst alt ov lítið burturúr pengunum, og tað gongur alt ov seint fyri seg.

 

- at almannaverkið verður endurskoðað og at bøta um samstarvið millum land og kommunu.

 

- at endurskoða og dagføra barsilsskipanina. Sum er, ger hon bæði fíggjarligan og kynsligan mismun.

 

- at steðga mismuninum á GRØNA økinum í Føroyum. Tað er ikki rætt, at bara tey ríku hava ráð. Øll

 

skulu hava ráð til at vera GRØN.

 

- at seta í verk eina samskipaða pantskipan í Føroyum.

 

- at virka fyri føroyskari framleiðslu av gerandisvørum.

 

- at tillaga MVG á gerandisvørum og neyðsynjarvørum. Tað vildi lætt um hjá barnafamiljum,

 

pensjónistum og øllum teimum, ið hava torført við at fáa endarnar at røkka saman í dag.

 

- at hjún kunnu verða skattað saman.

 

- at pengarnir skulu fylgja barninum í samband við ansing. ANSINGARPENGARNIR SKULU FYLGJA

 

BARNINUM

 

- at mótrokningin hjá pensjónistum verður strikað.

 

- at øll børn skulu hava atgongd til mentan og ítrótt. Landið skal eisini kunna útvega FRÍTÍÐARKORT.