Um nøvn v. m.

Tá ið eg fekk bókina Eikirøtur 1832-2007 í postkassanum tann 17. í h.mð., var eg kvikur at lesa og blaða eitt sindur her og har í bókini. Og hetta ”eitt sindur” gav mær orsøk til at skriva eitt lítið lesarabræv. Men tað skal sigast, at Zakarias Wang (ZW) var kvikari enn eg, tí bert fáar dagar tók tað honum at skriva drúgva grein í bløðunum inspirerað av mínum lítla brævi

Helvtin av greinini hjá ZW er frágreiðing um upprunafrøðiliga sambandið millum orðini amt og arbeiðskona. Hendan hansara útlegging av hesum orðum er so víðsveimandi og hjá vanligum fólki so torskild, at sannføringarnar um týdningin av orðum millum tey leikandi í sjónleikum hjá Holberg (Erasmus Montanus o.ø.) renna okkum í hug.

Amtmansborgin kundi fyri alt tað eins væl itið Arbeiðskonuborgin.

Viðvíkjandi langommu mínari, Maren Poulsdatter, so skrivaði eg í mínari grein, at hon vanliga varð nevnd Marin í Hoyvík eins og t.d. omma mín Anna Sofie vanliga varð kallað Annsofía. Vit kunnu eisini siga, at Zakarias Wang vanliga verður kallaður Sakaris Vang. Men at brúka ”kallinøvn” í siðsøguligum bókum eigur ikki at koma fyri uttan sum uppískoyti. Langabbi mín í Hoyvík æt Mouritz Mohr og als ikki Móris Mohr.

Í bókini lesa vit (s.105), at ”synirnir hjá Mórisi høvdu verið til skips.” Langabbi hevði 7 synir, og mær vitandi høvdu bert tveir av teimum, Jens og Hans, ”verið til skips.”

Tað má haldast at vera í so nógv tikið til, at okkara víðagitni vísindamaður Nicolai Mohr – abbi Mouritz Mohr jbr. ”Kongsbøndur í Hoyvík” eftir Per Mohr í Varðanum 1955 – var raktur av politikki, sum í dag hevði verið kallaður Berufsverbot (s.43). Tað er: ”Forbud mod ansættelse af ”forfatningsfjendtlige” personer i offentlig tjeneste.” (Den Store Danske Encyklopædi). Tað, sum vit vita um Nicolai Mohr, og tað, sum annars er at lesa um hann, ber ikki brá av, at hann á nakran hátt var ”forfatningsfjendtlig”, eins lítið sum nakað tílíkt kann sigast um hansara vinmann Jens Christian Svabo. Eitt slíkt postulat í einari søgubók krevur vanliga haldgott prógv, um bókin annars skal verða tikin í álvara.

Tað, eg havi skrivað um Eikirøtur 1832-2007, er ikki annað enn smá pikk; endi tí við einum slíkum: Í fororðinum eru árstølini (uttan tvey) skrivað við bókstøvum og ikki við tølum. Tað má haldast at vera eitt sindur óvanligt í søgubókum.

Annars má eg endurtaka tað, eg skrivaði í mínum fyrra brævi: Tann óprofessionelli í hesum máli

er Eik Grunnurin 2008. Jens Hendrik Oliver Djurhuus – meginskaldið Janus – segði í eini givnari løtu: ”Nógv kjøt, eingin ond”.