Fyrilestur
Mikukvøldið, 16. februar klokkan 20, verður almennur fyrilestur í býráðssalinum hjá Runavíkar kommunu. Fyrilestrarhaldari verður Klaus Kiesewetter, ið dagliga starvast sum "freelance referent og ekspeditiónsleiðari" umborð á ferðamannaskipum og rannsóknarskipum.
Klaus arbeiðir um allan heim, tó mest í arktisku og antarktisku økjunum.
- Hann hevur eina breiða vitan um sigling og móttøku av ferðamannaskipum, og hann hevur neyvt samband við reiðaríir og fyriskiparar av "cruise-ferðum".
Kunningarstovan í Saltangará veit at siga, at Klaus eitt nú hevur siglt við tveimum skipum, sum ætlandi koma at vitja á Skálafjørðinum í summar.
Eftir fyrilesturin í býráðssalinum verður høvi at seta spurningar og annars røða um evnið, sum Klaus Kiesewetter fer at tosa um.