Um tíggju ár fara tað at mangla næstan 100 læknar í Føroyum.
Tað metir Læknafelag Føroya
Felagið hevur havt aðalfund og í hesum sambandi fegnast Pál Weihe, formaður um, at Løgtingið hevur játtað fimm milliónir krónur um árið til nýggjar serlæknar.
Hann sigur, at tað hevur eisini givið úrslit, tí hetta seinasta árið eru fleiri læknar komnir í starv í Føroyum. Men Pál Weihe staðfestir, at hetta er verri enn so, nokk.
– Okkara meting er enn, at vit mangla einar 50 serlæknar í Føroyum, og tá eru kommunulæknarnir taldir við, sigur hann.
Hann vísir eisini á, at fyrr í ár royndi Læknafelagið at gera eina forsøgn, og hon vísir, at um eini tíggju ár, fara vit at mangla næstan 100 hundrað læknar í Føroyum.
Formaðurin í Læknafelagnum heldur, at tað er ikki nokk at seta eina vanliga starvsfólkadeild á stovn og at lýsa í bløðunum eftir læknum.
– Tað, sum krevst, er, at vit gera eina ætlan um, hvussu nógvir serlæknar skulu vera í hvørjari sergrein, og so skulu vit seta okkum í samband við teir læknar, sum kunnu væntast at enda í hesum størvum um eini 5 til 10 ár.
– Sostatt kunnu teir leggja sítt familjulív til rættis eftir at koma heim aftur til Føroyar at arbeiða. Hetta er á ongan hátt komið at virka enn, og tað er spell, sigur Pál Weihe.
Hann sigur, at skal skulu læknar hava álit á eini slíkari ætlan, má neyðuga játtanin setast av longu nú.
Annars er tað komið formanninum í læknafelagnum fyri oyrað, at at yvirlæknar eru noyddir at avspáka, tí teir eiga yvirtíð til góðar, sum teir ikki fáa løn fyri.
– Er hetta so, er tað skilaleyst, og als ikki nær í námind av tí, vit hava brúk fyri, sum landið liggur, sigur hann.
Hann sigur, at læknar sum avspáka, eru farnir í onnur lond at arbeiða hesa tíðina, teir eru í avspáking, men nú læknatrotið er so stórt, skal yvirtíðin sjálvandi gjaldast út sum løn, heldur Pál Weihe.