Jenis kann vænta at fáa fleiri ymisk svar um radaran

Tað kann tykjast rættiliga ósannlíkt, at svarið frá Uttanlandsnevndini um radaran verður eitt svar, sum allir limirnir eru samdir um

Klokkan 15 í dag fer Uttanlandsnevndin í løgtinginum á fund. Á skránni verður radarin, sum eftir ætlan skal setast upp á Sornfelli.

 

Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Jenis av Rana, bíðar nevniliga enn eftir einum svari frá Uttanlandsnevndini, áðrenn endalig avgerð verður tikin um, hvat svarið til danska verjumálaráðharran skal vera um radaran.

 

Fundurin í dag skuldi upprunaliga vera 9. desember, men bleiv útsettur orsakað av rokinum í landsstýrinum. Rokadan í landsstýrinum hevði við sær, at Uttanlandsnevndin misti tveir limir og fekk tveir nýggjar limir. Nýggju limirnir eru Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Jacob Vestergaard.

 

Jacob Vestergaard fortaldi í útvarpinum hjá KVF gjár, at hann heldur, at Føroyar skulu fáa okkurt afturfyri radaran - og her hugsar hann eitt nú um betri handilssáttmálar. Tí Vestergaard heldur nøgt sagt ikki, at Føroyar hava brúk fyri radaranum. Sostatt er samgongan als ikki samd um radaran, vita vit nú.

 

So er spurningurin, um hansara sjónarmið fer at ávirka viðgerðina í Uttanlandsnevndini, sum jú skal geva svar til landsstýrismannin.

 

Men tað vil Bill Justinussen, formaður í Uttanlandsnevndini, einki siga um.

 

– Tað eru ymsar meiningar um radaran í Uttanlandsnevndini, ja. Men hetta er nakað, vit viðgera innanhýsis, so vit fara ikki út við øllum møguligum upplýsingum um, hvat vit tosa um, og hvat vit meina. Tað er álagt nevndini at hava tað innanhýsis, sigur Bill Justinussen.

 

Við øllum hesum meiningunum kann tað tykjast vónleyst at geva landsstýrismanninum eitt svar, sum allir limirnir kunnu liva við. Men tað hevur sambært formanninum ikki so nógv at siga, um nevndin er samd ella ikki.

 

– Landstýrismaðurin fær eitt svar, uttan mun til hvussu nógvar meiningar eru í nevndini. Um fleiri meiningar eru, so vera tað limirnir í nevndini, sum sjálvstøðugt siga sína hugsan um radaran. Og so má hann taka støði í tí.

 

Bill Justinussen vil ikki siga, hvat hann heldur um, at samgongulimurin Jacob Vestergaard alment fortelur sína meining um radaran. Men eitt eru limirnir í nevndini samdir um, sambært formanninum, sum av tí sama ikki vil fortelja nógv meira um, hvat hann heldur um, at samgongan nú aftur tykist vera ósamd um eitt stórt mál.

 

– Tey flestu í Uttanlandsnevndini halda, at tað er best fyri okkara viðurskifti við útheimin, serliga viðvíkjandi trygdar- og verjupolitikki, at man ikki tosar for hart um tað, sigur Bill Justinussen.

 

Eftir ætlan skuldi danski verjumálaráðharrin Trine Bramsen hava svar frá Jenisi av Rana um radaran longu í desember í fjør. Men hon má nokk bíða nakað aftrat, tí enn er ikki ásett, nær Uttanlandsnevndin fer at geva landsstýrismanninum eitt svar.

 

– Nei, vit hava ikki avgjørt, nær hann skal hava svar. Tað hava vit avtalað frá fyrsta degi. Vit geva okkum ta tíð, sum vit halda er neyðug, sigur Bill Justinussen, sum ikki veit, um fundurin í dag verður síðsti fundur um, hvørt vit skulu seta radaran upp í Føroyum ella ikki, og hvussu tað skal skipast.