Umaftur og umaftur

Fyri einari viku síðani fekk danska sjónvarpið TV2 eina nýggja tíðindarásrás, sum eitur TV2 News, og sum sendir alt samdøgrið. Nú vísir ein kanning hjá almenna útvarpinum DR, at 80 prosent av senditíðini hjá TV2 News verður brúkt til at endursenda tíðindi, ítróttartíðindi og veðurtíðindi. Eitt nú verða veðurtíðindini endursend 77 ferðir um samdøgrið. Bara átta prosent av tíðindunum eru ikki send áður, og tey seinastu 12 prosentini eru lýsingar.