Umboðsráðslimur í TF: Vit fáa einki at vita

Tess meir vald ein leiðari hevur yvir tíð, tess tíðum verður valdið misnýtt. Vald eigur tessvegna at verða spjatt á fleiri og avmarkað í tíð, skrivar Andrass Skaalum, umboðsráðslimur í Tryggingarfelagnum - nú Betri Trygging.

 

Stóru tíðindini í gjár um, at TF Holding, nú Betri P/F, broytti bygnaðin so, at Súni Schwartz Jacobsen verður stjóri í fýra av fimm feløgunum undir samtakinum, hevur fingið ein umboðsráðslim í sama felagið til senda miðlunum eitt skriv. 

 

"Tess meir vald ein leiðari hevur yvir tíð, tess tíðum verður valdið misnýtt. Vald eigur tessvegna at verða spjatt á fleiri og avmarkað í tíð".  Soleiðis sigur Norski professarin Linda Lai, sum starvast á “ Institutt for ledelse og organisasjon”, skrivar Andrass Skaalum í skrivinum. 

 

 

Víðari sigur hann, at gamli bygnaðurin í TF-Holding sampakkar ikki við hesa hugsjón hjá Lindu, tað ger nýggi bygnaðurin í Betri-Holding heldur ikki.  Tað er spell at ein skipan ikki er funnin, ið sampakkar hugsanina hjá professaranum.

 

 

- At ein og sami persónur gongur aftur í øllum feløgum, sum ávikavist forstjóri, stjóri og nevndarformaður, sampakkar ikki við hugsanina um at spjaða valdið á fleiri herðar, skrivar hann. 

 

 

Víðari vísir hann á teir kunningartrupulleikar, sum umboðsráðið renna seg í.

 

Les eisini lesarabrævið: Valdsins misnýtarar

 

Vit í Umboðsráðnum renna okkum eisini í stóran mun inn í tagnarskyldu-múrin, við tí úrslitið, at vit tíðum kenna okkum at fáa ov lítið av kunning. Orsøkin er, at leiðsla skjýtur seg undir tagnarskylduna. 

 

 

- Handa tagnarskyldan, sum hon er tulkað, er ein stórur meinbogi, samstundis sum hon partvís er neyðug, fyri tryggleikan í virkseminum hjá ymsu feløgunum. Til tíðir tykist tó at leka millum teori og praksis, tó ikki í umboðsráðnum. Ynskiligt er, at politiski myndug við lóg tryggjar umboðunum hjá tryggingartakarum betur møguleika at fáa kunning, sigur Andrass Skaalum.