Umbyggingar órógva Landssjúkrahúsið

Landssjúkrahúsið er farið undir drúgvar umvælingar, sum hava við sær, at deildir innanhýsis mugu flytast. Arbeiðið órógvar bæði starvsfólk og sjúklingar, men umvælingarnar eru so mikið umráðandi, at tær ikki kunnu bíða

Tað bæði lekur og gísur á Landsjúkrahúsinum. Gamli bygningurin er ikki umvældur uttan síðan hann varð bygdur í 1960 árunum, og er tíðin tískil komin til at skifta vindeygu, klædning og tak. Íslendska byggifyritøkan TG Verk, ið skal fremja umvælingarnar, er farin í holt við fyrireikingararbeiði. Helvtin av arbeiðnum verður gjørt í ár, og helvtin komandi ár.

- Av tí at arbeiðið er so umfatandi, er avgjørt at flyta deildir hetta hálva árið, arbeiðið í hesum umfari fer at varða. Arbeiðið er so umfatandi, og hevur millum annað við sær at larmandi betongarbeiði skal gerast á Landssjúkrahúsinum, sigur Árni Winther, ráðgevandi arkitektur í umvælingararbeiðnum.

Millum broytingarnar eru flytingar av deildunum í B-bygninginum, sum verða fluttar í gomlu barakkina, har bert eygnadeildin í løtuni heldur til. Møguliga skulu nakrir sjúklingar flytast til Klaksvíkar eisini.

- Hetta er eitt ótrúliga viðbreki arbeiðspláss, við tað at arbeiðið rakar nógv starvsfólk, og har liggja nógv sjúk fólk, sigur Árni Winther.


B4-B8 flytast

Allan Skaalum, sjúkrahússtjóri, ásannar at umvælingararbeiðið er so mikið umfatandi, at tað ikki verður møguligt við vanligum virksemi inni á Landssjúkrahúsinum. Tískil fer umvælingararbeiðið at merkja B-deildirnar, væntandi frá B4, har oyrna-, háls- og næsalæknin og tannlæknin heldur til, og upp á B8, har hjartasjúklingarnir liggja.

- Enn ber illa til hjá mær at vera ítøkiligur í hesum málinum, tí eg havi ikki fingið eina fullfíggjaða ætlan fyri hvussu arbeiðið skal fara fram. Men tað er sjálvsagt, at arbeiðið fer at hava við sær larmandi betong arbeiðið, sum vit ikki kunnu bjóða starvsfólkunum yvir eitt longri tíðarskeið, sigur Allan Skaalum.

Innan stutta tíð fer at bera til at siga, hvar tað fer at larma mest hvar, og hvat skal gerast fyrst. Støða skal takast til hvar byrjast skal. Um takið verður skift fyrst, síðan klædningur og vindeygu ella onnur mannagongd verður funnin. Við tað at klædningurin verður skiftur, skal bygningurin eisini bjálvast, og er ætlanin at oljunýtslan og harvið CO2 útlátið eisini minkar.

- Ovastu hæddirnar í bygninginum skulu flytast, og tað inniber loysnir, ið ikki hava somu funktiónir sum vanligt. Vit fara at royna at hýsa so frægt vit kunnu innanhýsis, og møguliga verður neyðugt at flyta sjúklingar á hini sjúkrahúsini, sigur Allan Skaalum, sjúkrahússtjóri.

B-bygningurin á Landssjúkrahúsinum er 9.000 fermetrum til støddar, og samlaða gólvvíddin er 50.000 fermetrum undir taki.

Umvælingararbeiði er mett at kosta umleið 27 milliónir krónur.