Umfatandi broytingar í Prix Føroyar kappingini

Fyri fimtu ferð verður Prix Føroyar kappingin á skránni. Tað er Norðurlandahúsið, sum saman við FUT og Mentanarhúsinum í Fuglafirði, sum skipar fyri. Hesuferð eru umfatandi broytingar gjørdar. Millum annað verða øll innleiðandi umførini í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

Prix Føroyar, sum er Føroya størsta tónleikakapping, verður aftur á skránni í 2003. Hetta er fimta ferðin skipað verður fyri landsins størstu tónleikakapping. Norðurlandahúsið skipar fyri saman við FUT ? Føroya Undirhaldstónleikarafelag ? og Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Umfatandi broytingar eru gjørdar í kappingini í ár. Ein broyting er, at øll tey innleiðandi umførini verða í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
? Mentanarhúsið í Fuglafirði egnar seg stak væl til pop/rock tónleik, og tað hevur verið stórur tørvur á einum slíkum húsið her í Føroyum. Tí hava vit valt at leggja øll tey innleiðandi umførini har. Tónleikarar hava áður havt trupuleikar við, at kring landið hava teir ofta verið noyddir til at fara út við ljóðførunum, og tá tey so koma inn aftur, so hava tey ljóða falskt. Hesum sleppa vit nú undan, sigur Fróði Vestergaard, sum er ein av fyriskiparunum av Prix Føroyar.
Fyri at tað ikki skal gerast dýrari hjá teimum, ið ikki búgva á miðstaðarøkinum at sleppa til Prix Føroyar, verður í løtuni arbeitt við eini avtalu við Strandferðsluna um avsláttur til tey, ið ætla sær til Fuglafirðar.

30 bólkar

Ein onnur broyting hesuferð er, at bert 30 bólkar sleppa við.
? Áhugin fyri kappingini er vaksin ár fyri ár, og tað vísir seg at vera ein trupulleiki. 10 bólkar kunnu ikki spæla eitt kvøld, tí tað er alt ov nógv, vísir Fróði Vestergaard á.
Fimm innleiðandi umfør verða, har bara nummar eitt sleppur víðari. Fyri at geva nummar tvey ein møguleika afturat, so verður enn eitt umfar við bólkunum, sum gerast nummar tvey, har tann besti av teimum sleppur víðari. Sostatt verða seks bólkar í finaluni í mun til átta, sum tað var áðrenn.
Sum undanfarin ár, so verður sjálv finalan í Norðurlandahúsinum. Hon verður, eisini eins og áður, send beinleiðis bæði í útvarpi og sjónvarpi.
Fyrireikararnir hava hesuferð gjørt av, at hvør tónleikari kann bara vera við í einum bólki.
? Ein tónleikari kann ikki vera seriøst við í meira enn einum bólki. Serliga ikki, tá tað er á amatør støði. Tí hava vit gjørt av, at hvør tónleikari bara kann vera við í einum bólki, sigur Fróði Vestergaard.
Eisini er gjørt av, at alt tilfarið, ið spælt verður skal verða nýtt. Onki av tilfarinum skal vera spælt áður.
Væntað verður, at Mentamálaráðið letur høvuðsvinningin, sum helst verður peningur til upptøkur. Men hetta er ikki rættiliga komið upp á pláss enn.
Fyrireikararnir hava longu fingið avtalu um avsláttur í lag við Atlantic Airways. Á henda hátt verður møguligt at bjóða lyklapersónum uttanlanda frá til finaluna, og eisini prix-luttarkarar, ið búgva uttanlands fáa avsláttur við Atlantic Airways.
Fyrsta Prix Føroyar umfarið fer av bakkastokki tann 25. januar 2003. Tilmeldingarfreistin er tann 3. januar 2003 klokkan 18.00. Harafturat skal ein live-upptøka verða Norðurlandahúsinum í hendi í seinasta lagi 10. januar klokkan 18.00. Hesar verða nýttar fyri at styrkimeta bólkarnar. Finalan verður í Norðurlandahúsinum tann 26. apríl 2003.