P/F Vága Floghavn vísir nú á, at allar vanligar forkanningar eru gjørdar, og vísir ákærunum í svensku frágreiðingini aftur. Frágreiðingin er skrivað við skeivum fortreytum og hevur ikki verið fyriløgd Vága Floghavn til ummælis, áðrenn hon var almannakunngjørd, soleiðis at fortreytirnar kundu verið rættaðar.
Tað sigur Dávur Reinert Hansen, stjóri í Vága Floghavn, í skrivi, sent fjølmiðlunum.
Ein frágreiðing er skrivað av svenskum bergverkfrøðingi, sum J&K Petersen hevur boðsent gjøgnum heilsøluna Kaj Andreasen, ið letur spreingievnið til arbeiðið. Frágreiðingin rør upp undir at P/F Vága Floghavn, av fíggjarligum ávum, ikki hevur framt neyðugar forkanningar og tí hevur sett lív í váða.
Um frágreiðingina sigur tann fasti óhefti trýmannabólkurin av sakkønum, ið er knýttur til arbeiðið at leingja flogvøllin: Rapporten er utilstrækkelig, lever ikke op til normal standard og beskriver langt fra situationen med tilstrækkelige facts. Den kan således ikke alene danne baggrund for en drøftelse i Referencegruppen af situationen.
- Í frágreiðingini verður lýst hvørjar forkanningar eiga at vera gjørdar. Við gjøgnumgongd av fyrireikingararbeiðinum hjá P/F Vága Floghavn vísir tað seg, at hesar ella samsvarandi kanningar allar eru gjørdar, eftir ráðum frá Rambøll og Verkfrøðingastovuni. Millum kanningarnar er ein gjøgnumgongd av øllum arbeiðsøkinum, ið Jarðfeingi hevur staðið fyri, eins og starvsstovukanningar eru gjørdar av gróttilfarinum. Gamalt tekningstilfar er gjøgnumgingið av Rambøll, eins og royndargrevstur er farin fram undir leiðslu av Verkfrøðingastovuni, skrivar Dávur Reinert Hansen.
- Nevnda frágreiðing lýsir sostatt ikki veruleikan um forkanningarnar, ið eru gjørdar, sum fyrireiking til arbeiðið at leingja flogvøllin. P/F Vága Floghavn harmast um, at hóast umfatandi kanningar eru gjørdar, í samsvar við tilmæli frá ráðgevunum, hava hesar ikki givið ábendingar um, at gamla arbeiðið var frágingið á ein slíkan hátt, at virkið spreingievni skuldi vera at finna har, skrivar hann.
Nú gamalt spreingievni er funnið í tveimum førum, hevur P/F Vága Floghavn biðið norsku ráðgevarafyritøkuna Sweco um at skipa fyri serstøkum forkanningum, projektering og lýsing av arbeiðinum, soleiðis at tað kann fremjast á tryggan og fakliga forsvarligan hátt.