Umfatandi reinsan í Runavík

Í eina tíð hevur vatnið úr kranunum, serliga í Saltangará, verið illitt, men nú tekur Runavíkar kommuna hond um trupulleikan.

Runavíkar kommuna fer nú undir eitt stórt og umfatandi átak at fáa reinari kranavatn úr høvuðsvatnveitingini, Lamba/ Runavík. 

 

- Í eina tíð hava trupulleikar verið av, at vatnið úr kranunum, serliga í Saltangará, hevur verið illitt. Onkur tiltøk hava verið sett í verk, men trupulleikin hevur verið afturvendandi.

 

Runavíkar kommuna vísir á, at fyri at fáa bilbukt við trupulleikanum, verður nú farið í holt við at reinsa høvuðsvatnleiðingina úr Lamba til Runavíkar, og í hesum sambandi verður stongt fyri vatninum frá klokkan 22 á kvøldi til klokkan 6 á morgni í nakrar dagar.


Arbeiðið byrjar mánakvøldi 9. januar, og stongt verður fyri vatninum í heili sjey kvøld og nætur frá klokkan 22 á kvøldi til 6 á morgni. Nærri kunning um, hvussu fram verður farið, kann lesast á heimasíðuni www.runavik.fo


Lagt verður aftrat, at stongt verður ikki fyri vatninum í øllum økinum samstundis. Reinsað verður við vatni og trýstluft, og hetta verður gjørt stigvíst frá øki til øki. Eingi kemisk evni verða brúkt í átakinum.

 

- At reinsað verður við trýstluft kann hava við sær, at nógv luft og illitt vatn kann koma úr krananum, um koyrt verður frá, meðan reinsað verður.


Á síni heimasíðu hevur Runavíkar kommuna neyvari tilmæli um, hvussu fólk kunnu bera seg at, meðan høvuðsvatnleiðingin verður reinsað.


- Vit vóna, at fólk í økinum kunnu bera yvir við teimum vansum, sum reinsingin kann hava við sær, meðan hon fer fram, sigur Runavíkar kommuna.