Danmark: - Vit hugsa nógv um, hvussu ítøkiligar gávurnar kunnu verða.
- Enn er einki avgjørt, men vit arbeiða við møguleikanum at gera tað lættari at stuðla okkum við peningagávum til ymisk endamál, sigur Christian Aagard, ið er formaður í fíggjarnevndini í Indre Mission.
Við metroXpress sigur hann, at tað í roynd og veru snýr seg um at gera arbeiðið teirra sjónligt, so uppaftur fleiri kunnu fáa eyguni upp fyri víttfevnda virkseminum hjá hesi vekingarrørsluni.
Ov lítið reyp
Sidsel Eriksen, sum er lektari í sosialsøgu við Universitetið í Keypmannahavn heldur, at Indre Mission við hesum átakinum hevur fatur í nøkrum røttum.
Hon hevur granskað í donsku Heimamissiónini, og er komin eftir, at rørslan aldrin hevur leikað í ella reypað sær av at tey veruliga gera mun í samfelagnum
- Tey arbeiða í mongum verkætlanum fyri tey veiku, útstoyttu og gomlu í samfelagnum, til dømis Mændenes Hjem í Istedgade. Hóast ein ikki er religiøsur, so hava nógvir danir hug at stuðla vælgerandi arbeiði teirra, um Indre Mission fer at greiða meiri frá tí, sum tey takast við, sigur Sidsel Eriksen.
Henda vekingarrørslan kann, sambært henni fáa fyrimun av, at átrúnaður er komin meiri í miðdepilin tey seinastu árini.
Indre Mission hevur annars júst kunngjørt ársroknskapin, sum vísir eitt yvirskot uppá 1,1 mió krónur.
Meginparturin av inntøkuni uppá 40,1 mió krónur stava frá persónligum gávum frá missiónsvinunum kring alt landið.