At tað var ein røtt avgerð hjá Fuglafjarðar kommunu at leggja eitt øki á Kambsdali av til ein miðnámsskúladepil, man neyvan nakar ivast í ídag.
Á teimum báðu stóru skúlunum ganga omanfyri 600 næmingar í dag, men nú bendir mangt á at teir fara at gerast uppaftur fleiri.
Kommunan hevur í eina tíð umhugsað og fyrireikað eina ætlan at byggja eina felags framhaldsdeild á Kambsdali. Eitt upprit er gjørt í hesum sambandi, og verður tað nú kannað víðari.
Sum er ganga næmingar úr Leirvík, Gøtu og Fuglafirði í framhaldsdeildini við Fuglafjarðar skúla. Men gongst sum ætlað koma hesir, einaferð í framtíðini, at ganga í einum framhaldsskúla her, og sum verður til eitt slag av forgarði til miðnámsskúlarnar.´
Ætlanin er somuleiðis at byggja eitt næmingaheim á Kambsdali. Henda ætlan hevur ligið á láni, men verður helst tikin uppaftur nakað skjótt.