Óumhugsað reaktión ímóti at flyta fakmørk uppeftir ?

- lat okkum heldur síggja tað sum eina felags avbjóðing enn eina hóttan

Eg havi skotið upp, at vit fara at fáa avtalur í lag um at flyta fakmørkini í sjúkra- og heilsurøktini uppeftir, nú fakligi førleikin á økinum er lyftur munandi við hægri útbúgvingarstigum.

 

Læknarnir eru blivnir meir og meir spesialiseraðir á meira smølum serlæknaøkjum.

Samstundis eru sjúkrarøktarfrøðingar lyftir upp á hægri fakligt førleikastøði við bachelor-útbúgvingini og røkka inn á ávís øki, sum higartil hava verið ein partur av tí breiða virkisøkinum hjá læknunum.

Og so er eisini ein nýggjur røktarfakligur yrkisbólkur komin upp, við at heilsuhjálparar nú kunnu uppstígast til heilsurøktarar við hægri fakligan førleika gjøgnum spildurnýggju útbúgvingina sum heilsurøktarar.

 

Tað hevði verið meiningsleyst at latið sum onki, meðan alt hetta hendir – ella at sett seg upp ímóti at gagnnýta teir fyrimunir, sum hetta gevur fyri betri fyriskipan av viðgerðar- og røktarfakliga arbeiðinum á sjúkrahúsunum ella aðrastaðni á heilsu- og almannaøkinum, t.d. í eldrarøktini.

 

Tí havi eg boðað frá, at eg vil taka stig til at fáa avtalur í lag við avvarandi fakbólkar, hvussu vit kunnu flyta mørkini uppeftir. Eg haldi tað er bæði fakliga progressivt og rationelt. Haldi tað t.d. vera so upplagt, at við teirra hægri fakliga førleika mugu vit gagnnýta sjúkrarøktarfrøðingarnar nógv meir, enn at binda henda yrkisbólkin niður til ikki at kunna fáast við annað enn røkt – har eru jú ikki bara allar teir heilsufremjandi uppgávurnar men givið eisini ávísar viðgerðandi funktiónir.

 

Tí undrist eg stórliga yvir tað ógviliga negativa aftursvarið frá forkvinnuni í Sjúkrarøktarfrøðingafelagnum. Og tá hon haraftrat fer so langt sum at siga, at ”sjúkrarøktin á Landssjúkrahúsinum er í vanda”, haldi eg tað vera eina óumhugsaða og yvirspenta reaktión hjá Vár í Gong.

 

Fyri tað fyrsta verður talan ikki um at ”sjúkrarøktarfrøðingar skulu víkja” fyri øðrum. Fyri tað næsta verður talan ikki um, at nakar annar fakbólkur skal yvirtaka ábyrgdina av røktini. Og fyri tað triðja verður ikki talan um flyta fakmørkini, uttan at teir avvarandi fakbólkarnir eru við í arbeiðinum at seta tey nýggju mørkini fyri virkisøkini. Hetta skulu vit í felag gera greiðar avtalur um.

 

Tað undrar meg eisini, at Vár heldur hetta vera nýggjar tankar hjá mær, sum hon hevur hoyrt og lisið nú um dagarnar. Tí um hon leitar í sítt egna fakblað, Vøku, tvey ár aftureftir, so kann hon har finna gestarøðu mína frá aðalfundinum hjá Sjúkrarøktarfrøðingafelagnum 18. mars 2006 – ella um hon var á aðalfundinum, so hevði hon hoyrt meg boða frá hesum longu tá, m.a. í hesum broti úr røðu míni:

 

”Til tann fyrra spurningin um hvat útviklingurin fer at merkja fyri tykkum sum fakbólk, so meti at tað er umráðandi, at vit í framtíðarinnar sjúkrahúsverki gagnnýta teir fyrimunir, sum støðugt hækkandi førleikastøði hjá sjúkrarøktarfrøðingum hevur við sær, serliga tá ið atlit verða tikin til manglandi starvsfólkaresursir í heilsuverkinum sum heild. Hetta krevur tó, at fakmørkini skulu flytast – og tað vil siga flytast uppeftir. Her hugsi eg millum annað um, at kvalifiseraðir sjúkrarøktarfrøðingar yvirtaka nakrar funktiónir frá læknunum, t.d. standardiseraðar viðgerðir, ið samstundis eru meira avbjóðandi fyri tykkum sum fakbólk, og so lata nýggju heilsurøktararnar taka sær av lættari røktaruppgávum, ið sjúkrarøktarfrøðingar vanliga hava tikið sær av. Hetta er ein broyting, ið t.d. er framd longu í dag á fleiri av teimum størru sjúkrahúsunum í Danmark. ”

 

Eg haldi vit skulu síggja henda møguleikan fyri at flyta fakmørkini uppeftir sum eina avbjóðing og ikki sum eina hóttan. Lat okkum í felag tosa saman um, hvørjir møguleikar eru, og hvussu hetta best kann lata seg gera, við fullari virðing fyri hvørjum øðrum og fyri røktarfakligu dygdini einsvæl og ábyrgdini.