Samkoman í Ebenezer í havn hevur fingið tilboðið frá býráðsformanninum til umhugsunar.
Býráðsformaðurin hevur skotið upp, at Tórshavnar Kommuna og Brøðrasamkoman í Havn gera gerabýti soleiðis, at býráðið fær Ebenezer í miðbýnum, í móti at samkoman fær annað stað í kommununi at byggja samkomuhús á.
Osvald Kjærbo, sum er við í leiðsluni í Ebenezer, sigur, at tilboðið er latið samkomuni til umhugsunar, men enn er als einki avgjørt, hvussu verður. Hann sigur, at fleiri meiningar eru um, hvørt tað er rætt at fara úr samkomuhúsinum, sum fólk eru vorðin góð við.
Hinvegin hevur tað verið upp á tal í samkomuni at flyta aðrastaðni fyri líkasum at koma nærri teimum støðunum, har fólk býr. Tí ein sannroynd er, at so at siga øll skulu ferðast, skulu tey á møti í Ebenezer. Nevnd hava verið øki í útjaðaranum sum til dømis í Hoyvík.
Men Osvald Kjærbo leggur tó dent á, at als einki er avgjørt, um tikið verður av tilboðnum frá býráðnum, ella kanska okkurt heilt annað verður gjørt.
»Tað má tað yngra ættarliðið fara at gera av«, sigur Osvald Kjærbo. »Tað verða tey, sum skulu føra samkomuna víðari.«