Russiski forsetin, Vladimir Putin, umhugsar nú at broyta russiska hernaðarsetningin - ella hernaðardoktrinina.
Málið hjá forsetanum við hesi broyting er, at Russland skal kunna leypa á kjarnorkuútbúnað í øðrum londum til tess at byrgja upp fyri, at Russland verður álopið.
Tað skrivar Bloomberg.
Hesi nýggju úttalilsi hjá russiska forsetanum koma bert nakrar dagar eftir, at Vladimir Putin segði, at vandin fyri kjarnorkubardaga veksur.
Russiska hernaðardoktrinin, soleiðis sum hon sær út í dag, letur upp fyri, at Russland bara kann brúka kjarnorku, um landsins tilverugrundarlag verður hótt.