Umhugsar at fáa sær langt hár aftur

- Eg vildi ynskt, at eg hevði meira tíð at verið saman við familjuni, men hetta er ein partur av at búgva uttanlands, sigur Jóan Símun Edmundsson.

 

 

Hvar og hvussu heldur Jóan Símun Edmundsson gamlaárskvøld?

- Eg vænti, at gamlaárskvøld verður hildið á Brekkukletti á Toftum saman við familju og vinum. Ætli mær at hyggja eftir nýggjárssendingini, og síðan - tá klokkan nærkast midnátt - fari eg helst at spáka mær ein túr eftir vegnum, og kanska fari eg inn á gólvið onkrastaðni har.

Hvat gekk væl, og hvat gekk minni væl í 2019?

- Sum heild gekk 2019 væl. Fótbólturin fyllir nógv hjá mær, og eg haldi, at tað sum heild hevur hildnast bara væl hetta árið í Bielefeld, har eg stórtrívist.

Jóan Símun Edmundsson vísir á, at hann á hinari síðuni kundi ynskt, at úrslitini vóru betri við landsliðnum.

- Eisini eri eg glaður fyri, at tað eydnaðist okkum beiggjunum at fáa stundir til at fara ein sera festligan túr suður eftir í summar.

Hann vísir á, at av tingum, sum gingu minni væl – ella, sum hann vildi ynskt vóru øðrvísi – er, at hann hevur verið nakað darvaður av skaðum hetta árið.

- Eisini vildi eg ynskt, at eg hevði meira tíð til at verið saman við familjuni, men hetta er ein partur av at búgva uttanlands, sigur Jóan Símun Edmundsson.

Hvørjar eru tínar vónir og ætlanir fyri 2020?

- Mínar vónir fyri 2020 eru, at heilsan verður í lagi, og so havi eg  ein dreym um at flyta upp við Arminia, har vit liggja væl fyri, nú meira enn helvtin av kappingin er løgd afturum. 

Umhugsar tú eitt nýggjárslyfti?

- Eg umhugsi at fáa mær langt hár aftur, sigur Jóan Símun Edmundsson brosandi.