Umhvørvisplássið í Nesvík, sum avloysir ruskplássini á Oyrarbakka, í Haldórsvík, Hvalvík og í Hósvík, varð tikið í nýtslu í gjár Nýggja, felags umhvørvisplássið hjá Sunda kommunu er norðanvert brúnna um Streymin, og har er so mikið rúmsátt, at til ber at skilja ruskið meira enn higartil. Tikið verður ímóti øllum burturkasti frá húsarhaldunum, antin tað er jarn og metall, papp, burturkast úr urtagarðinum, vanligt húsarhaldsrusk, gomul máling, olja, akkumulatorar ella annað serliga dálkandi burturkast.
Umhvørvisplássið fer í fyrstu syftu at hava opið somu tíðir, sum ruskplássini higartil hava havt opið, men tá plássið er farið at virka, er ætlanin at hava opið longri tíð.
Ruskplássini í Tjørnuvík og við Gjógv verða tó varðveitt.
Kelda: Sunda kommuna