Umhvørvisstovan framleitt nýggj myndakort

Fólk, sum hava áhuga í myndakortum í Fámjin, Eiði, Miðvági og Svínoy, kunnu frøast um, at Umhvørvisstovan nú hevur framleitt kort, sum hava enn betri upploysn enn áður.

Á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni ber til at samanbera kvalitetin á gomlu og nýggju kortunum. Gomlu myndakortini eru gjørd eftir myndum, sum eru tiknar í 6 km hædd, meðan tey nýggju myndakortini eru gjørd úr myndum, ið eru tiknar í 2 km hædd.

Neyvu myndakortini av Fámjin, Eiði og Miðvági kunnu nú síggjast á www.kortal.fo. Í komandi viku fer eisini at bera til at síggja kort við somu upploysn av Svínoy.

Um kommunur ella onnur ynskja at keypa teldutøk myndakort, ber til at venda sær til Føroya Dátusavn .