Ferðamannaskip eru meira ella minni vorðin ein partur av býarmyndini í høvuðsstaðnum um summarið. Higartil hava 42 ferðamannaskip vitjað høvuðsstaðin í ár og við ársenda er talið voksið til 46 ferðamannaskip.
Tað talið kundi tó verið munandi størri, tí sum nú er verða Føroyar boykottað av næststørsta reiðarínum av ferðamannaskipum í verðini. Amerikanska felagið Royal Caribbean Cruises Ltd. hevur síðstu trý árini sýtt sínum skipum at leggja at í Føroyum. Orsøkin er grindadráp. Harumframt boykotta fleiri týsk reiðarí eisini Føroyar av somu orsøk.
Við Vikuskiftis-Sosialin sigur Anfinn Hjelm, vinnusamskipari í Tórshavnar havn, at talan er um eini tjúgu ferðamannaskip, ið kundu hugsast høvdu lagt at í Føroyum, ið nú sigla fram við oyggjunum.
- Tað eru fleiri ferðamannaskip, ið sigla fram við okkum, har tað kanska hevði verið upplagt at steðgað á í Føroyum. Eg vil meta, at talan er um eini tjúgu skip árliga. Tey ynskja at bjóða gestum sínum tað best møguliga og við okkara landafrøðiligu støðu hava vit góð kort í hondini. Men av tí, at vit drepa grind, vilja tey ikki steðga her, sigur Anfinn Hjelm.
Boykottið bleiv sett í verk í 2015, tá løgtingið gjørdi broytingar í grindalógini. Tórshavnar havn er javnan í samskifti við Royal Caribbean Cruises Ltd. um at broyta avgerðina, men higartil uttan úrslit.