Ummælari: ....kløkkaði meg og rakti sum ein pílur

Kinna Poulsen ummælir á www.listaportal.com bókina hjá Tóroddi Poulsen, ið nevnist  Bond.

Í einum yrkingasavni, sum ikki hevur nakra beinleiðis frágreiðing ella svar, tykjast inngangsorðini ørkymlandi og geva varhugan av fleiri røddum í frásøgnini. Heitið á bókini BOND er eisini rúmligt um tað er orðið band í fleirtali, tí bondini eru so mong, t.d. ættarbond, hjúnabond, trælabond, vinabond men eisini hosubond og samlibond. Yrkingin um tálghøvdaoyggjarnar er ein hvasslig atfinning av føroyska samfelagnum. Uttan eitt negativt orð verður okkara samfelag, nationalisma og bil-mani, klisjédyrkan eisini í ferðavinnuni, kapitalisman og gjaldsportrið í Saksun, turistplaffandi bóndin, vánaligi bústaðarpolitikkurin og alt møguligt annað hildið fyri tað turra spott. Mátin tað verður gjørt uppá kann sýnast groteskur, tí alt verður lýstat vera úr tálg, men úrslitið er stuttligt, ikki minst tann bleyti og sjálvspeiski endin, tá yrkjaraegið ikki hevur tíð at siga frá fleiri tálghøvdatíðindum, av tí at knettini eru kókað. Tær ordiliga harðu atfinningarnar fær laksaalivinnan við síni dálking og kapitalismusúpan og við aliringum, ið um somu tíð eru “neyðin/ deyðslegurnar og týningin”, skrivar Kinna Poulsen millam annað.

Yrkingasavnið endar við eini einastandandi yrking, ið brýtur frá heildini við síni regluføstu útsjónd við tólv ørindum og fýra reglum í hvørjum. Henda yrkingin kløkkaði meg og rakti sum ein pílur, ið fleyg framvið viti og skilið heilt inn í hjartakulluna. Og hon er als ikki so reglulig sum hon sær út at vera. Tað kann loysa seg at lesa hana hart, tá hoyrir tú hvussu samanhangandi hon er og hvussu væl tey einstøku ørindini verða knýtt saman, skrivar Kinna Poulsen í sínum ummæli, sum kann lesast á listaportal.com.