»Tú kann, um tú vil« - og dog...
Hetta er boðskapurin, sum stendur eftir á mínum innara skermi, nú ráðstevnan um kvinnur sum leiðarar er av. Hetta eru góð ráð og ivaleyst lykilin til leiðarakarrieruna hjá flestøllum fólkum. Men tað er ikki allur sannleikin. Aftur at viljanum, er neyðugt við serligum tiltøkum til tess at fáa fleiri kvinnuligar leiðarar. Ein av fortreytunum er, at teir menn og tær kvinnur, sum hava vald at seta fleiri kvinnuligar leiðarar, gera tað. Og at tey góðtaka nýggjar leiðslunormar, nevniliga tær, sum kvinnur kunnu skapa.
Á ráðstevnuni viðgjørdu føroysku leiðararnir, donsku gestirnir og stjórin á Føroya Tele støðuna og lívið hjá kvinnum. Donsku gestirnir vóru trekkplástur, men gullkornini komu frá føroysku kvinnunum, sum erliga - og uttan at balla ov nógv inn í ull - greiddu frá sínum royndum og hugsanum um lívið sum menniskja, karrierukvinna, mamma, kona, vinkona og húsholderska. Tilsamans fingu vit eina fjølbroytta mynd av trupulleikum, møguleikum, ynskjum og viljanum at liva uppá egin præmissir.
Flestu okkara vóru spent at hoyra Pernille Aalund og vit vóru ikki vónsvikin. Pernille Aalund er ein framúrskarandi fyrilestrarhaldari, sum megnar at fylla ein pall og førir sín boðskap fram á ein lættan, skemtingarsaman og professionellan hátt. Hon tekur støði í einstøku kvinnuna og greiðir frá, hvussu vit hvør í sær sjálvi kunnu finna lukkuna.
Pernille Aalund er sannførandi, men kortini haldi eg, at hon teknar eina ljósari mynd enn realistiskt er. Granskingarúrslit hava prógvað, at javnstøða ella persónligt frælsi ikki bert kemur, um tú sum einstaklingur ynskir tað nóg nógv. Tað er ivaleyst rætt, at lukka (vælvera, nøgdsemi ella hvat vit skulu kalla tað) byrjar og endar við einstaklinginum, men samfel-agsbygnaður og siðvenja ávirka eisini støðuna millum kynini. Tí skal í summum førum meiri til enn vit sjálvi sum einstaklingar megna.
Næst á pallinum var Laufey Blåsvær. Hon arbeiðir sum sjálvstøðug vinnurekandi, og greiddi m.a. frá, hvussu tað er at arbeiða heimanífrá og hvussu nógv arbeiðið hevur at týða í hennara lívi. Fyri at kunna arbeiða nógv, hevur verið neyðugt at tora at lata støv vera støv, og at ásanna, at tað eru hendingar, sum fara fram við borðinum. Um avbjóðingina at sameina arbeiði, graviditet og føðslar segði Laufey, at tað er neyðugt at lurta eftir kroppi sínum og ?geara niður?, tá kroppurin sigur frá. Hetta kann vera trupult, serliga kanska tá ein er sjálvstøðug og tímir væl. Laufey hevur gáað eftir, at hennara sjálvsmynd als ikki svarar til ta mynd onnur hava av henni. Og at hetta til tíðir kann ørkymla. Hon nevndi m.a. hugtakið »karrierukvinna«, sum hon ikki heldur passar til sín, men sum er ein básur, onnur koyra hana í.
Sólja í Ólavstovu, aðalstjórin í Almannamálum, hevur drúgvar royndir sum leiðari á ovastu almennu rókunum í Grønlandi og Føroyum. Við sínum blíða, róliga lyndi greiddi hon frá, at kvinnur eiga at taka av arbeiðsligu avbjóðingunum og ikki lata seg avskrekka og takka nei til leiðarastørv, um tær hava børn. Og forrestin ikki sita og bíða til tilboðið kemur, men sjálvar bjóða seg fram. Børn er ongin forðing. Tað hjálpur, um tit eru tvey, og um pør hjálpast við børnum og húsarhaldi. Men sum Laufey, hevur Sólja valt at raðfesta. Hon hevur valt heimabakað breyð, stívaðar gardinur og lavendelduftandi seingjarklæði, sum sveiggja í vindinum uttanfyri dustfría húsið, frá.
Andras Róin, stjóri á Føroya Tele, var einur steggi millum bøgur. Hann legði fyri við at greiða frá einari hending dagin fyri, har hann segði dóttir sínari, at hann skuldi halda framløgu fyri 130 fólkum, sum ikki høvdu slips. Um hon kundi gita, hvørji fólkini vóru? Hon gitti ?børn? og ?felagið móti nýtslu av slipsi? og ?øgiliga fátøk fólk?. Tað kom henni ikki til hugs, at tað kundi verið kvinnur, sum skuldu hoyra framløguna. Kanska spurningurin var misleiðandi, kanska ikki. Tankavert er tað í øllum førum.
Umframt at lýsa kynjabýtið millum leiðarar á Føroya Tele (sum ikki er javnt - ongin kvinna er í ovastu leiðsluni) og arbeiðið at fáa fleiri kvinnuligar leiðarar í fyritøkuni, snúði framløgan seg um arbeiðið hjá altjóða telesamskiftisfelagnum at javna kynjabýtið á leiðarastigi og generelt. Í stuttum er høvuðsboðskapurin, at kvinnur mugu handla proaktivt, tvs sjálvar søkja størv og gera nakað fyri at fáa ávirkan, og mennirnir mugu lata hurðina upp, so tær sleppa til valdið og pengarnar.
Fyritøkur, sum ikki hava eitt javnt kynjabýtið á ovastu rók, missa inntøku. Tað er fakta. Hetta veit stjórin á Føroya Tele. Hetta vita tey eisini í Íslandi, Danmark og øðrum londum. Nær almenna umsitingin, mongu privatu nevndirnar og aðrir stjórar fylgja tropp, verður spennandi at síggja. Takið eisini tit av møguleikunum og avbjóðingunum.
Marita Rasmussen, hevur starvast mong ár í fiski- og alivinnuni. Hennara royndir eru, at menn eru góðir starvsfelagar (hóast málburðurin til tíðir kann vera í so ?stuttligur?). Vit seta stór krøv til okkum sjálvar, og hava onkuntið ilt við at góðtaka valini hjá hvør aðrari. Hennara boð uppá, hvussu fleiri kvinnur kunnu gerast leiðari er, at vit taka av møguleikunum, góðtaka okkara val og stuðla hvør aðrari í teimum. Ikki at spyrja til okkara ringu samvitsku og skuldarkenslur sum mammur, konur og húsholdersker, men heldur at dyrka spennandi uppgávurnar og góðu úrslitini. Ein kvinna stendur sterk, um hon hevur stuðul frá manninum/makanum og hevur eitt gott netverk í vinkonum og arbeiðsfeløgum. Tað eru so nógvar fyrimunir við at vera leiðari, at fleiri áttu at roynt tað. Tú kann sjálv leggja tíðina hjá tær til rættis, tú fær fleiri pengar og tú fær spennandi uppgávur, segði Marita.
Í sínari framløgu greiddi Turið Debes Hentze frá sínum arbeiðsroyndum, sum bera merki av, at hon er kvinna. Tað er nevniliga munur á uppgávunum hjá mannligum og kvinnuligum advokatum. Í høvuðsheitum hava kvinnurnar familjumál, sum ikki kasta so nógv av sær og mennirnir vinnumál, sum kasta av sær. Við sínum drúgvu royndum sum forkvinna í Javnstøðunevndini og ein av stigtakarunum til Kvinnuhúsið, er Turið ikki ?hvem som helst?. Hon er beinrakin, erlig og djørv, og vísti í framløguni á, at tær flestu kvinnurnar fáa áhuga fyri javnstøðumálum, tá tær sjálvar eru fyri mismuni. T.d. tá tær fáa børn. Hon legði doyðin á, at tað er neyðugt at arbeiða miðvíst við at fremja javnstøðu millum kynini og at kvinnur sjálvar mugu vera við í hesum arbeiði.
Joan Peitersen, samskiftisráðgevi, var gott supplement til Pernille Aalund, tí hennara leiklutur var at vísa okkum, hvussu vit í praksis kunnu uppnáa tað, sum Pernille Aalund snakkaði um. Nevniliga tað lív, sum vit ynskja okkum og sum ger okkum lukkulig. Eisini hennara boðskapur tóktist í so ljósareyður, men tað er onki at ivast í, at amboðini, sum hon gav okkum eru hent og kunnu vera medvirkandi til, at persónligi hugburðurin broytist. Og tá ber nógv til.
Ráðstevnan var eitt flott tiltak: skráin var góð og fjølbroytt, alt var væl fyriskipað og sjálv ráðstevnan var stýrd við róligari, kønari hond. So rós eiga fyriskiparin Ása Andreasen og orðstýrarin Bjørt Samuelsen uppiborið. Eg má her taka fram, at tíðarætlanin fyri dagin helt, og tað er jú nærum slóðbrótandi her á leiðum.
Á ráðstevnuni vórðu luttakararnir tiknir við inn í møguleikans land. Nú er upp til okkum at breiða boðskapin, taka røðararnar uppá orðið og taka av møguleikunum, sum koma. Eg vóni, at fleiri slíkar ráðstevnur verða fyriskipaðar - ikki bert fyri kvinnuligum leiðarum, men fyri kvinnum og monnum sum heild, tí í dag er tað bara so, at tey flestu hava trupult við at fáa gerandisdagin at hanga saman.
Eg vil at enda vegna Javnstøðunevndina takka Føroya Tele fyri at hava skipað fyri ráðstevnuni, og harvið virka fyri almennari umrøðu av kvinnum sum leiðarar. Hetta hevur týdning, tí rollumodel eru sera umráðandi, tá um persónligar og samfelagsligar broytingar ræður.