Tann gamla daman trínur inn á pallin í tveimum líkjum. Sum ein, ið vil geva føðibýi sínum eina ríka og glæsiliga framtíð. Og sum ein hevndareingil úr fortíðini.
Sum ung noyddist gamla daman at flýggja úr býnum. Hon var vorðin við barn, men drongurin sveik hana so dyggiliga. Lív hennar gjørdist hart, m.a. livdi hon eina tíð sum skøkja. Men hon megnaði at vinna á hesum og meira enn tað. Hon hevði eitt gott tak á mannfólki, og eftir at hava gift seg nakrar ferðir, gjørdist hon ovurrík. Nú kemur hon so aftur til føðibýin og lovar gull og grønar skógir.
Gamla vil hava hevnd
Men gamla daman er ikki ørindaleys, hon vil hava hevnd. Hon er ikki longur menniskja við vanligum kenslum; kenslurnar eru steinrunnar. Í løtum heldur tú kanska, at gamla enn er før fyri at sýna kærleika. Hetta tá ið hon og gamli sjeikurin práta saman. Men so er ikki; gamla letur bara sum um. Og tú kanst ikki lata verða við at hugsa annað, enn at kanska var ungdómssjeikurin bara tann fyrsti í røðini av mannfólkum, sum gamla onkursvegna hevur misnýtt.
Einar 10 ferðir hevur hon verið gift, og nú leikur fer fram, hevur hon eina hirð rundan um seg. Sakførari hennara er helst tann einasti sum so toluliga hevur mannalíki; hann skal hóast alt avgreiða hennar peningamál og skaffa henni »rættvísi«. Men hini stakkaladýrini, sum hon umgevur seg við, eru øll keyptar og kúgaðar nikkudukkur. Og sjálv er tann gamla daman eisini bara hálv, bæði annar fótur og annar armur eru kunstigir.
Ungdómssjeikurin
skal doyggja
Hennara dómur er eisini steinharður. Gamla setur eittans krav, um hon skal veita tí fíggjarliga illa stadda býi munandi hjálp. Sjeikurin, sum í síni tíð sveik hana, má doyggja. Hvørki meira ella minni.
Sjálvsagt er tað trupult hjá borgarunum at gera, sum tann gamla daman býður; tí brotsverkið var jú heldur avmarkað. Men so við og við tykist eingin ivi at vera longur. Býurin er til reiðar at selja seg sjálvan; at ofra ein »ósekan« fyri vinnings skuld. So statt er tað ikki bara gamla daman, ið er til fals, allur býurin er til fals.
Gamli sjeikurin er annars einki bartrog. Hann er vorðin ein hampamaður við dámligari konu og tveimum fittum børnum. Kanska er tað rætt, at hann í ungdómsins vári bar seg heldur ljótt at, men at hann nú skal revsast við deyðanum. Tá er alt, sum eitur rættvísi, fokið.
Vit eru øll til fals
Leikurin »Der Besuch der alten Dame« var frumframførdur í Zürich í januar 1956. Helst hevur rithøvundurin Dürrenmatt, ið var týskttalandi sveitsari, hugsað um hendingar í tilknýti til 2. heimsbardaga, tá ið hann skrivaði leikin. Men leikurin er á ongan hátt bundin at hesum tíðarskeiði. Allastaðni, har eitt samfelag er til reiðar at selja »sál« sína fyri løtuvinning, er leikurin viðkomandi. Í Føroyum sum aðrastaðni.
Hvussu nógv skulu vit selja okkum fyri í sambandi við oljuvinnuna? Hvussu nógv skulu vit selja loynidómarnar um okkara genetiska arv fyri? Í fyrra føri er helst talan um eina hóttan mótvegis okkara mentan, í seinna um okkara samleika sum tjóð. Hóast tann gamla daman í næstum gevst at vitja í Sjónleikarhúsinum, so verður hon tó altíð viðkomandi. Tí so ella so kemur hon undan kavi aftur.
Eitt upplivilsi
Tað ýður av lívi í Sjónleikarhúsinum í hesum døgum. Nógvir leikarar eru á palli í syrgiliga skemtileikinum. Afturat teimum báðum krevjandi høvuðsleiklutunum eru fleiri aðrir stórir leiklutir, umframt ein rúgva av smærri.
Og leikararnir smæðast ikki burtur. Tað er ein frøi at síggja, at tað enn ber til at gera hol í sjógv. Hetta hóast meginparturin av leikarunum eru amatørar, og nøkur teirra helst standa á palli á fyrsta sinni.
Tøkk fái tit øll fyri leikin - bæði tit framman og tit aftan leiktjøld.
Og um tú ikki hevur verið í Sjónleikarhúsinum, síðan tað varð umvælt: Har er so sera vakurt og hugnaligt.
Klæmint Olsen