Ummæli: Tá menniskjaligt sárbæri verður okkara supermegi

At vera á festival er nakað serligt og tað kann væl vera, at G!Festivalurin fyrst og fremst er tónleikaligur – fyri tey flestu er hann altso fyrst og fremst sosialur, sigur Kinna Poulsen millum annað í ummæli av ársins G!.

G!Festivalurin er eisini heimsins vakrasti festivalur, tá regnið áhaldandi stoytir niður sum tað gjørdi meginpartin av fríggjadegnum. Men eg var við uppá tað og gleddist um frísku luftina, góða lagið og stóra blíðskapin í Gøtu og javnan lýsti í so frægt, at vit í heilum hildu okkum hóma dramatiskt vøkru fjallaskapini gjøgnum rekandi mjørkatám.

 

At vera á festival er nakað serligt og tað kann væl vera, at G!Festivalurin fyrst og fremst er tónleikaligur – fyri tey flestu er hann altso fyrst og fremst sosialur og tí práta fólk javnt og samt og allatíðina – eisini meðan framført verður. Tað er onkuntíð eitt sindur troyttandi inntil tú tekur teg sjálva í at gera júst tað sama.....

 

Soleiðis byrjar Kinna Poulsen umrøðu av ársins G! festivali á listaportal.com.Hon hevur verið á festivali, og umframt tónleik, var hon eisini til upplestur.

 

Aftur í ár var eg fyrst og fremst á G! fyri at uppliva list og bókmentir á árliga tiltakinum, sum forlagið Eksil skipar fyri. Umbygdi rustikt vakri hjallurin hjá Rønn, ið var lítil men góður karmur kring tiltakið, var fullsettur. Sjálvt um bókmenta- og listatiltakið altíð er áhugavert, var tað heldur minni í vavi hesaferð og fevndi bert um føroyskar luttakarar - fleiri teirra eru útgivnir á forlagnum Eksil.

 

Listaframsýningin hevur somuleiðis verið størri – í ár var hon avmarkað – at kalla immateriel og einans myndað av eini avantgardukendari happening hjá áhugaverda listamanninum Bruno Mikael Eysturstein.

 

Kinna Poulsen staðfestir, at "Samanumtikið var tiltakið so mikið áhugavert, at tað var liðugt mest sum áðrenn tú visti av".

 

Alt ummælið av G!, tónleiki og list, kann lesast á Tá menniskjaligt sárbæri verður okkara supermegi — Listaportal

 

Har eru eisini fleiri myndir at síggja.