Landsfundur
Vestmanna: Flokkurin brúkar ov nógva tíð upp á pensiónir og pensionistar, um ikki er tíð til at viðgera tørvin hjá ungsóminum eisini, helt umboð fyri SU, sum tók orðið á landsfundi Javnaðarfloksins.
Hann helt tó ikki, at tað er skeivt at brúka nógva orku upp á pensionistarnar. Sjalvandi ikki. Men tey ungu í dag kenna seg eitt sindur í villareiði, tá tosað verður um ungdómspolitikk hjá ymsu flokkunum, vísti hann á.
Ungfólk í dag vita ikki, hvar tey skulu halda seg politiskt, tí eingin flokkur er, sum veruliga dugir at siga teimum, hvat hann kann gera fyri tann partin av fólkinum. Alt gongur út upp á børn, tilkomin og eldri. Tað er líkasum at tann aldursbólkurin, sum liggur millum børn og tilkomin, bara verður burtur.
Javnaðarflokkurin eigur at fáa nógv betri tak á ungdóminum, vísa tey á í SU.
Men tað vóru ikki øll, sum vóru samd í, at Javnaðarflokkurin hevur mist tey ungu burtur ímillum.
Víst varð á, at tað er ikki so øgiliga langt síðan, at teir undirvísingarmøguleikar, sum eru í dag, vóru fyri øll. Fleiri teirra, sum vóru á fundinum, mintust, tá skúlaverkið bara var fyri tey fáu. Hevði eitt nú Javnaðarflokkurin ikki havt stríðst fyri einum skúla fyri øll, hevði verið enn minni av tilboðum til tey ungu, varð víst á.