- Umráðandi at hava hjartað við

Edward Fuglø fegnast um, at eitt mentanarálit er skrivað, men heldur, at arbeiðast má miðvíst út frá hesum. Ikki má steðgast, nú álitið er komið. ? Alt verður slípað í kantunum. Allur filmarnir hjá Disney t. d. eru líka. Eitt sindur av óhugna er, men endiliga ikki ov nógv. Eg haldi, tað verður eitt sindur gelt á henda hátt, mær dámar betur, at ein lovar demonunum leysum, sigur Edward Fuglø, listamaður

Orð: Dagfinn Olsen

Myndir: Jens Kristian Vang


33 ára gamli klaksvíkingurin Edward Fuglø er útbúgvin í Keypmannahavn á Skolen for Brugskunst í 1991. Síðani kom hann aftur til Føroya og hevur livað av at tekna og mála.

Áðrenn Edward fór niður, luttók hann nógv í áhugasjónleiki. Hann er so at siga uppvaksin í Klaksvíkar Sjónleikarafelag. Hann er tó ikki útbúgvin scenugrafur, men tað fall honum náttúrligt at leita aftur tann vegin. Hann hevur fingist sera nógv við at skapa pallmyndir til ymsar leikir. Júst nú leggur hann síðstu hond á pallmyndina til ?Vitavørðin?, ið Gríma venur og skjótt frumsýnir. Ein hugtakandi pallmynd, mest í reyðum, ið myndar vitan innan.

Tó kenna vit eisini Edward sum listamann í øðrum høpi. Hann er málari og teknari og hevur sýnt fram eisini prýtt fleiri bøkur.

Hann hevur síðani 1991 livað av síni list. Hann var tá 26 ára gamal.

Umframt at gera seg lidnan við sín part av leikinum ?Vitavørðurin? niðri á Meiarínum, so hevur hann ætlanir um eini framsýning seinni í ár.


Alda

Edward sigur, at á skúlanum lærir ein, hvussu ein arbeiðir eftir ávísari ætlan.

- Tað er ymiskt, ið ger eitt arbeiði professionelt. So tað fær professionelt úttrykk. Hetta veit ein eftir lokna skúlagongd. Ringt er at seta orð á hetta, men tað er nakað við at hava eitt eyga, ið sær smálutirnar, og at ein ger sær greitt áðrenn, hvat ein vil siga, sigur Edward.

- List og mentan stendur ikki í stað. Tað er sum ein stór alda, sum skolar alla tíðina og alt fylgir bara við. Ein kann ikki steðga tí og siga soleiðis og soleiðis og ein kann illa seta frámerki á. Tað sum er list í dag er tað kanska ikki í morgin ella um 50 ár. Sjálvsagt finst klassiska listin, men tað er eftirtíðin, ið avgerð, hvussu leingi nakað livir, sigur Edward Fuglø, ið heldur Føroyar vera ein eftirbát, tá tað snýr seg um umstøðurnar hjá listafólki.

Ikki eru nógv, ið liva sum listafólk burturav í Føroyum, men Edward er ein teirra.

- Tað er ikki eitt arbeiði, ið ein velur sær. Tað er ein lívsstílur, lívsholdningur. Tað krevur alla tína tíð. Eg veit ikki, um hetta ala tíðina var mín ætlan. Kanska er tað tilvildin, ið hevur gjørt, at eg nú arbeiði við hesum. Ofta verður eisini spurt, hví ein er í Føroyum - hví ikki aðrastaðni? Men hví ikki í Føroyum? Tað er líkamikið, hvar ein er. Tað positiva við at vera her er, at ein fær nógvar ymiskar uppgávur, og ein fær tær skjótari enn uttanlands. Har verður ein ofta settur í bás, soleiðis, at ein arbeiðir innan eitt ávíst øki. Tey eru fá, sum uttanlands kunnu skifta ímillum, bert tey væl etableraðu, heldur Edward, ið heldur, at vandi ofta er fyri at koma inn í eina tunga skipan, har tað eru øgiliga nógv fólk, ið skulu taka støðu til alt.

Edward er samdur í, at tað møguliga er lættari at koma sær fram í Føroyum, men hann heldur ikki, at tú eigur at undirmeta hetta.

- Ein er dómari hjá sær sjálvum, tað verður ein noyddur til. Ein skal altíð pressa citrónina. Ofta siga fólk um meg, at eg havi gjørt so nógv burtur úr hasari ella hasari pallmyndini. Tað haldi eg ikki eigur at verða tikið fram. Heldur tað, at ov lítið er gjørt burtur úr, tí tað hendir í ríkiligt mát. Ein skal taka seg sjálvan í álvara, fyri tað um tað kanska er lættari í Føroyum enn aðrastaðir. Fyri mær er tað líkamikið, um eg geri ein pall í Havn ella í London. Hann skal kunna vera allastaðir, og ein skal gera hvat ein kann. Og nógv listafólk hava hesa meining og tað má vera málið, sigur Edward Fuglø.


Alt er líka og gelt

Edward meitir, at tungar skipanir hava við sær, at alt endar í eini mainstream skipan.

- Alt verður slípað í kantunum. Ein barnabók uttanlands hevur klárar reglur at ganga eftir viðvíkjandi innihaldi. Hvat tola okkara børn at lesa? Hesin politikkur liggur hjá forløgunum og tað er ikki rætt eftir mínum tykki. Alt verður ov fýrakantað. Allir filmir hjá Disney t.d. eru líka, figurarnir verða skiftir út, men søgan er hin sama, altíð okkurt, sum er sikkurt. Eitt sindur av óhugna er, men endiliga ikki ov nógv. Eg haldi tað verður eitt sindur gelt á henda hátt. Mær dámar betur, at ein lovar demonunum leysum, sigur Edward, sum tó leggur afturat, at alt skal vera við máta.

Hann heldur, at okkum tørvar meira ymiskar bøkur, list og mentan, alt skal ikki verða leitt í sama spor.


Vit eru eksotisk

Edward heldur, at tað, at vit eru júst her, eiga vit at nýta í arbeiðinum at vísa okkara mentan, okkara land, úteftir.

- Vit eru eksotisk! Greiðir tú einum onglendingi ella týskara frá, at tú býr á nøkrum oyggjum í Atlantshavinum við 45.000 íbúgvum, so gerast tey forvitin, tí tað kenna tey einki til. Í gøtuni, har tey koma frá, búgva kanska yvir 100.000 fólk. Hetta eiga vit at brúka innan mentan og annað. Hetta er okkara sterka kort, heldur Edward.

Edward sigur, at hetta hevur nakað at gera við, vit innflyta ymsar stílar og rák, sum vit so ávirkast av, men geva okkara snið, so tað ikki verður útflutt í sama skapi, sum onnur kenna tað frammanundan. Hann heldur, at umráðandi er at vera ærligur, tí so gevur ein øðrum nakað eksotiskt.


Tað kostar

Í prátinum um føroyska mentan og list sigur Edward, at sum altíð, so er hetta eisini spurningur um pening.

- Tað er dýrt! Mentanar politikkur er sigldur afturúr, tí meðan teir viðgerða mentanarálit, so flytir mentanin og listin seg. Tað sum manglar í Føroyum, eru karmar, sum tað eisini verður sagt í mentanarálitinum, og innan sjónleik mugu vit minnast, at tað eru ikki bara leikarar. Eitt sjónleikarhús er eitt stórt aparat, fleiri smálutir skulu virka, tað tøkniliga, at framleiga búnar og pallmyndir og at selja hetta. Sjálvsagt eru leikararnir týdningarmiklir. Men vanliga verður sagt aðrastaðni, at fyri hvørji 4 fólk á palli eru 8 aftanfyri. Hetta ljóðar av pengum beinanveg og tað kostar eisini. Og tað krevur fólk og høli og hetta hevur manglað í Føroyum. Her eru sjónleikarhús, sum í mínari verð ikki eru sjónleikarhús, tí tey virka ikki sum slík. Eitt slíkt hús er eitt arbeiðspláss, heldur Edward.

- So kann ein siga, at tað ber seg ikki, loysir seg ikki, at hava ein at sita og seyma búnar, men um tað nú var eitt landsumfatandi verkstað, ið fleiri nýttu, so kanska søgan var ein onnur. So fingu hesi fólk eisini royndir og vitan, sum er sera týdningarmikil. At fáa nýggj hjálparfólk hvørjaferð ein leikur skal gerast er ótolandi, tí tey skulu lærast hvørja ferð í øllum møguligum, sigur Edward, sum saknar eina traditión.


Fólk hava ikki tíð

Edward er samdur í, at áhugalekurin ikki hevur tað so gott í dag.

- Tað krevur eina rúgvu, og fólk skulu ofra seg. Tey hava ikki tíð, tey skulu hava breyð á borðið. Tey arbeiða og skulu so ofra seg eftir arbeiðstíð til miðnátt og tað er slítandi fyri tey og familjuna, metir Edward.

- Men vit stremba høgt innan áhugaleik í Føroyum, í mun til aðrastaðir. Vit taka ein leik og venja í 2 mánaðar og framføra síðani. Hetta eru professionellar treytir. Aðrastaðir venja áhugalekarar í ein ella tveir vetarar og framføra síðani. Hjá okkum koyra áhugaleikur og professionellur leikur á sama støðið og ein væntar høgt støði av øllum, sigur Edward, sum metir, at áhugaleikur í Føroyum er á sera høgum støði, men at hetta slítir fólk upp, so hetta er ikki vegurin at ganga.


Tjóðleikhús

- Eitt hvørt land við viðring fyri sær sjálvum hevur tjóðleikhús, men tað er dýrt. Tað krevur nógv og tað er trupult at greiða frá og tað virkar kanska, sum at ein bera hevur hug at krevja, heldur Edward, sum saknar politikarar við innliti í hesi viðurskifti.

- Tað er ringt at greiða einum politikara frá hesum, men kanska skuldu teir komið at sæð, hvussu arbeiðið gongur fyri seg. Eg havi ongantíð sæð nakran enn, ið hevur hugt eftir arbeiðsgongdini. Teir sita innbodnir til frumframførslurnar og tað er eisini í lagið, men tað læra teir einki av. Tað er sum at síggja eitt skip fara av bakkastoki. Ein sær úrslitið, men hugsar ikki um arbeiðið, ið er lagt í at byggja skipið, sigur Edward.

- Hvuusu ein fær fólk at skilja hetta veit eg ikki, men tað krevur sín mann og tað er so týdningarmikið at hava hjartað við, tí list og mentan er ikki bara tøl, sigur Edward, sum sigur, at hetta ikki bert er galdandi í Føroyum.

- Tá eg búði niðri síðst í áttatiárunum hevði Danmark ein mentamálaráðharra, ið segði, at ?Danmark et alt for lille sprogområde til at have en ballet?, skemtar Edward, men vil tó við hesum siga, at tað er neyðugt at vinna forstáilsi fyri hesum viðurskiftum og fyri tí, at krøvini ikki eru órímulig.

Hann fegnast um, at eitt mentanarálit er skrivað, men heldur, at arbeiðast má miðvíst út frá hesum. Ikki má steðgast, nú álitið er komið.

- Ein hevur ikki tíð at bíða og bíða. Eg fór uppí áhugaleik sum 14 ára gamal og eg má siga, at alt flytir seg ómetaliga lítið. Tað er tað sama, ið ein má standa og siga hvørt ár, so tað grundleggjandi má á pláss, so komast kann víðari, heldur Edward.

Hann heldur, at sjálvsagt er gott, at fólk hava sett sær fyri at orða ein mentanarpolitikk, men minnir á, at hetta er nakað, sum broytist alla tíðina, og tí eru karmarnir av stórum týdningi.

Edward vónar, at meira verður gjørt, enn bert at seta orð á, tí tað krevur meira enn tað. Men tað er ein byrjan og nakað at arbeiða út frá.

- Økið er so stórt. Mær hevði dámað, um tað varð býtt meira upp. Tað listarliga fyri seg, trúðarlív fyri seg, ítróttur fyri seg og so framvegis. At hava alt saman er ikki til at hava stýr á og tað er nógv kravt av einum politikara. Tí hevði verið gagnligt at býtt upp, heldur Edward.


Fjøltáttaður listarmaður

Edward fæst við annað enn pallmyndir. Hann málar og teknar og arbeiðir í løtuni fram ímóti eini framsýning í Listaskálanum í november.

Hann hevur fingist nógv við pall, men vónar og heldur seg vita, at onnur eru ávegis innan hesa listagrein.

- Hevur ein víst øðrum á, at hetta eisini er ein listagrein, so hevur ein gjørt eitt sindur, heldur Edward.

Hann viðurkennir, at vit eru smá, men í samband við bøkur, sum hann eisini fæst við at myndprýða, so heldur hann, at uppløgini ofta eru líka stór, sum t.d. í Danmark.

Í málningalist síni fæst Edward við nógvar hættir, roynir at leita. Ljósið gevur íblástur, tað viðurkennir hann, men ikki á tann hátt, ið vanliga verður tosað um. Tað er ikki har hann er í síni málningalist.

Ofta er tað innan aðrar listagreinar, at ljósið gevur íblástur, kanska til eina pallmynd. Hann heldur, at orsøkin til serstaka ljósið í Føroyum er, at vit liggja á opnum havi, og hetta virkar sum ein spegil. Harafurat liggja vit norðalaga.

Edward heldur, at tað hevði verið spennandi, um tað hevði latið seg gjørt at fingist við filmslist í Føroyum, men vónirnar fyri hesum eru smáar, viðurkennir hann, tí hetta er so dýrt.

Hann arbeiddi saman við Katrini Ottarsdóttir, tá hon gjørdi sín seinasta film, ein sonevndan road movie. Ein ferð, eisini í huganum. Har royndu tey at skapa ein heim, ið ikki bygdi á gamla føroyska huðaskógvamentan, tí í dag er líka nógv plastic og acryl í náttúruni. Hetta royndu tey at gera nýtslu av og Edward metti hetta vera sera spennadni arbeiði.

Hann er vísur í, at duga føroyingar at markanaðarføra seg, so er nógv vunnuð. Tí vit eru eksotisk í eygunum á útlendingum. Og Edward nevnir, at at nærum øll, ið vitja Føroyar, gerast hugtikin av húsunum við øllum teimum mongu litunum, ið liggja upp móti grønu fjøllunum.

Men hann vónar, at aftaná orðini í mentanarálitinum koma peningur, innlit og hugur at gera nakað munagott, so føroysk mentan og list fær hóskandi karmar.

Framman fyri reyðu pallmyndina til leikin »Vitavørðurin« situr Edward Fuglø. Ein sera stásilig pallmynd, ið ikki letur nakran ivast í, at her hevur hann havt hjartað við. Og pallmyndin av vitanum kundi eins væl staðið í London. Hon nýtist ikki at smæðast burtur, so stásilig og vøkur er hon á at líta, fyrsta pallmyndin hjá Grímu í egnum hølum.