Umráðandi við netverki úti í heim

Klokkan hálvgum tíggju týsmorgunin setti Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Faroexpo stevnuna í ítróttarhøllini í Runavík. Landsstýrismaðurin fegnaðist um tiltakið, ið hann metir hava stóran týdning fyri føroyskt vinnulív.

Bjørn Kalsø segði í røðu sínari, tá ið hann setti stevnuna, at tað hevur stóran týdning fyri føroyskt vinnulív, at vit allatíðina hyggja okkum um eftir nýggjum avbjóðingum, so at vit ikki einans dúva upp á fiskivinnuna, hóast hon ivaleyst altíð fer at verða okkara høvuðsvinna.
- Vit fara altíð at verða bundin at fiskivinnuni, men tað er umráðandi, at okkurt legst afturat, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.

Einkult og spennandi
Faroexpo er eitt sindur øðrvísi uppbygd enn aðrir vinnustevnur við tað, at talan er um eitt sonevnt partneriat, har avtalur eru gjørdar millum ymsar fyritøkur undan stevnuni, og so eru 25 minuttir settir av til hvørja avtalu á sjálvari stevnuni.
Bjørn Kalsø heldur, at stevnan á henda hátt tykist eitt sindur meiri seriøs enn aðrar líknandi stevnur.
- Vit síggja eisini her í høllini, at talan er um nakrar heilt einklar básar, og at tað ikki er gjørt so nógv burtur úr at pynta básarnar. Tað er ógvuliga einkult, men samstundis spennandi, sigur Bjørn Kalsø.
Í sambandi við Faroexpo er eisini mentanarvika í Runavík, og júst hendan royndin at samantvinna vinnulívið og mentanarlívið heldur Bjørn Kalsø eisini verða sera áhugaverda.