Umsíðir eydnaðist tað

Fyri fyrstu ferð síðan tann 10. november í fjør fekk StÍF stig í landskappingini. Avrikið var sannførandi móti Kyndli

Besta kvinnuliðið hjá StÍF hevur havt ómetaliga lítið at fegnast um seinastu mánað­ir­nar. Sigurin á Kyndli um viku­skiftið var tann fyrsti í hesum kappingarárinum. Eitt stig var í skjáttuni undan dystinum. Tað var óvæntaði javnleikurin á útivølli móti Tjaldri. Tá varð Bogdan Burcea sagdur úr starv­inum sum venjari hjá Tjaldri. Tá var dagurin 10. november 2010.
Fimm mánaðir seinni, tann 13. mars 2011, fekk StÍF umsíðir aftur stig.

Stríddust væl
Kyndil kom illa frá byrjan og legði fyri við fleiri mistøkum. Tað gav StÍF ein fyrimun beinan­veg, og tað tóktist sum, at gest­irnir høvdu ikki yvirskot til at vinna seg aftur.
Kyndil var ikki til reiðar, er einfalda niðurstøðan.
Tað hevur sjálvsagt sína ávirkan á seinastu landskapp­ingardystirnar, at tað er einki at spæla fyri. Satt at siga, hava øll liðini, uttan Stjørnan, Tjaldur og Neistin, havt lítið at spælt fyri seinastu mánaðirnar. Eingin flytir, eftir øllum at døma, niður í næstbestu deild­ina.
Hinvegin skal einki takast frá StÍF, sum stríddist væl, og hóast støðuga mótburðin varð­veitir góðan hýrin og roynir at geva hinum liðunum mót­støðu.