Umsíðir sleppur landsliðið av landinum

Ferðalagið við hondbóltslandslinum er nú farið umborð á flogfarið til Billund. Síðani verður flogið beinleiðis til Skopje

Flogfarið hómast í mjørkanum í Vágum

Í meira enn eitt samdøgur hevur hondbóltslandsliðið bíðað eftir at sleppa á flog úr Vágum. Har hevur verið nógv mjørki, sum hevur órógvað flogferðsluna rættiliga nógv og leingi.

 

Nú var so ein skái, so flogfarið fekk sett seg og skal í hesi løtu avstað við kós ímóti Billund í Jyllandi.

 

Haðani verður so farið beinleiðis víðari við leiguflogfari til høvuðsstaðin í Norðurmakedona, har liðið klokkan 18 í annaðkvøld skal spæla sera týðandi og avgerandi seinna dystin ímóti norðurmakedonska landsliðnum. Vinna Føroyar hevur liðið tryggjað sær pláss í HM endaspælinum næsta ár. Men menni kann eisini gera tað. Av tí at Føroyar vunnu fyrra dystin við 7 málum, so hevur liðið ráð at tapa við í mesta lagi 6 málum í Norðurmakedonia.

 

Flogfarið hómast í mjørkanum í Vágum