Umstøðurnar at arbeiða eru undir alt lágmark

Gunvør Balle ivast í um hon stillar upp aftur á býráðsvalinum í november

– Eg havi ikki tikið endaliga støðu. Tað sigur Gunvør Balle, býráðslimur fyri Tjóðveldi í Havn. Tað hevur ljóðað, at hon ikki fer at stilla upp aftur á býráðsvalinum í november, men tá ið vit spyrja hana, sigur hon, at hon hevur ikki tikið endaliga støðu enn.

Men hon sigur, at hon hevur ivast rættiliga leingi í um hon skal stilla upp aftur, ella ikki. Hon sigur, at tað er eitt ómetaliga krevjandi at vera býráðslimur, tí hon hevur eisini eitt borgarligt starv at røkja.

Umframt at vera býráðslimur er hon eisini varaborgarstjóri og forkvinna í mentanarnevndini og tað hevur so nógv arbeiðið við sær, at tað er ein avbjóðing at røkja afturat einum borgarligum starvi.

Hon heldur nevniliga, at arbeiðsumstøðurnar hjá býráðslimum eru undir alt lágmark, serliga hjá nevndarformonnum og forkvinnum og hjá varaborgarstjórum, tí tað er so nógv at seta seg inn í.

Úrslitið av tí er, at summir býráðslimir skerja sína arbeiðstíð í tí borgarliga starvinum, men tað førir lønarmiss við sær, umframt at tað fær avleiðingar fyri pensjónina.

Hon heldur, at býráðsarbeiðið átti at verið eitt lønt starv, í hvussu so er hjá formonnunum og forkvinnunum í teimum ymsu nevndunum, og hjá varaborgarstjórin. Hon hugsar ikki um eitt fulltíðarstarv, men kanska ein dag um vikuna, tí tað er ómetaliga nógv at seta seg inn í.

– Nógv av arbeiðnum er um kvøldarnar og um vikuskiftini, og tað er strævið, sigur Gunvør Balle.

Hon vísir á, at seinastu árini eru bæði barnagarðar, vøggustovur, barnaverndir og eldraøkið, heimarøkt, løgd undir kommunurnar, uttan at umstøðurnar hjá býráðslimum at røkja tey málsøkini, eru batnað. Og nú verður eisini tosað um at leggja skúlarnar undir kommunurnar, so tað fer at krevja upp aftur meiri arbeiði.

Gunvør Balle sigur, at støðan, sum er nú, hevur eisini eina politiska slagsíðu, tí vit hava ein borgarstjóra, sum hevur fulla løn, og eina heila umsiting til taks.

– Vit aðrir býráðslimir hava ongan livandi møguleika at standa okkum undir slíkum umstøðum, sigur Gunvør Balle.

Tí heldur hon, at hetta er ein spurningur, Løgtingið eigur at taka upp. Og í hesum sambandi heldur hon eisini, at pensjónsviðurskiftini hjá borgarstjórum eigur at vera tikin upp.

– Sum støðan er nú, hava borgarstjórar somu eftirlønarviðurskifti, sum løgtingslimur hava. Tað merkir, at eftir at hava verið borgarstjórar í eitt áramál, fáa teir fulla pensjón. Og skal skattgjaldarin rinda pensjón til fleiri pensjóneraðar borgarsstjórar, er tað ein stór útreiðsla, heldur Gunvør Balle.

Tí kundi hon hugsa sær, at pensjónsviðurskiftini verða broytt, soleiðis, at borgarstjórar fáa 15 prosent í eftirløn, akkurát sum øll onnur.