Umstríddur áleypari skræðir sáttmálan

Atletico Madrid verður uttan umstríddan áleypara restina av kappingarárinum

Diego Costa hevur skrætt sáttmálan við Atletico Madrid. Spanski áleyparin, sum hevur brasilskar røtur, er millum mest umstríddu áleypararnar í evropesiskum fótbólti, tí hann hevur so ráðan spælistíl.

Atletico Madrid fekk í summar tilgongd av Luis Suarez frá FC Barcelona. Hann er somuleiðis ein umstríddur harri, og tí vóru fleir sum hildu, at tað fór at verða spennandi at síggja teir báðar spæla saman í álopinum.

Hetta verður tó av ongum, tí 32 ára gamli Diego Costa hevur biðið um at sleppa úr sáttmálanum við Atletico Madrid, sum annars gekk fram til í summar 2021. Hann sigur at orsøkin er persónlig. Diego Costa hevur spælt tilsamas 215 dystir fyri Atletico Madrid, sum hann hevur umboðað í tveimum førum.

Bretskir miðlar skriva, at Arsenal hevur áhuga at fáa áleyparin, sum hevur eina fortíð í Chelsea. Úr Spania skriva miðlar sum AS, at Atletico Madrid ikki hevur ráð at keypa ein avloysara, tí koronafarsóttin hevur sett síni fíggjarligu spor. Sagt verður, at Diego Costa var triðj dýrasti spælarin í hópinum. Bara málverjin, Jan Oblak, og venjarin, Diego Simeone, ið er hægst løntur, fáa meir.