Umstríddur sambandsmaður kemur til Føroya

Fyrst í næsta ári kemur nógv umrøddi svenski søgufrøðingurin, Gunnar Wetterber, til Føroya at greiða frá sínum hugsjónum um eitt norðurlendskt ríkjasamband. Tað er Norrøna Felagið og Norðurlandahúsið, ið skipa fyri almenna tiltakinum, sum verður í Norðurlandahúsinum mikukvøldið 19. januar 2011.

Gunnar Wetterberg gjørdist ein tann mest umrøddi maðurin í norðurlendskum politikki, tá ið hann

í oktober í fjør almannakunngjørdi sínar tankar um, hvussu hann helt, at Norðurlond eiga at skipa seg í framtíðini.

Wetterberg sá bara fyrimunir við at londini knýttast tættari hvør øðrum. Hann mælti beinleiðis til at endurskapa Kalmar Uniónina, og skjeyt enntá upp ? eitt sindur í provokerandi ? at Margretha II av Danmark kundi vera statsovasti í nýggja norðurlendska ríkjasambandinum, eins og fyrsta danska drotningin við sama navni var í Kalmar Uniónini.

Wetterberg heldur, at tað er púra natúrligt, at norrønu londini skipa seg í einum tættari felagsskapi. Norðurlendingar, serliga skandinavar, skilja væl hvønn annan. Mentanin er lík, og saman vildu norðurlendingar tí staðið nógv sterkari, enn londini gera nú hvør sær onkur innan fyri og onkur uttan fyri ES.

Búskapurin hjá Norðurlondum samanlagdur er millum heimsin 10 til 12 sterkastu, á jøvnum føti við eitt nú Russland ella Brasilia.

Í evropeiskum samanhangi vildi Norðurlond eisini verðið betri hoyrd, tí við einum fólkatali upp á 25 milliónir, hevði tað ikki verið líka lætt at ignorera Norðurlond, sum tað eftir øllum at døma verður nú.

Hinvegin útgreinar Wetterberg ikki, hvar Føroyar og hini sjálvstýrandi økini eru í hesum sambandi. Men hann sigur, at hetta er ein at teimum týdningarmiklu spurningunum at loysa í samráðingunum um eitt ríkjasamband.

Kanska svenski søgufrøðingurin hevur eitt meira nágreiniligt svar at geva áhugaðum føroyingum tá leggur sínar tankar fram í Norðurlandahúsinum.