Umvæla Bíggjar Kirkju

Klædningurin á endavegginum í Bíggjar Kirkju var so vánaligur, at hann varð tikin uttan av og verður partvíst skiftur út

Bøur:Bíggjar Kirkja verður umvæld. Klædningurin á endavegginum er tikin av og verður partvís skiftur út.

Hóast kirkjan stendur, um tornini falla, kemur tó fyri, at veggurin verður so vánaligur, at hann má umvælast. Á Bíggjar Kirkju er endaveggurin tikin niður, tí tíðarinnar tonn er farin at gera um seg á kirkjuni, sum er frá 1865.

Partur av klædninginum er so illa farin, at hann verður skiftur. Okkurt er tó, sum kann brúkast aftur, og tað skal tað so sambært forskriftum frá friðingarmyndugleikunum.

Tað er soleiðis, sigur Bjarni Bæk, dómpróstur, sum umsitir kirkjubygningarnar, at er ein fjøl, sum partvís kann brúkast aftur, verður tann oyðilagdi parturin tikin av og skoytt verður so upp í aftur.

Fornminnissavnið hevur góðkent arbeiðið, sum nú verður gjørt í Bø, sigur Bjarni Bæk.

Tá gamalt verður tikið niður, verður ofta komið fram á eitthvørt, sum ikki sást. Soleiðis er eisini í Bíggjar Kirkju. Gamli seymurin er illa farin nógvastaðni, og festi er einki. Tí verður neglt av nýggjum. Onkur planki verður skiftur millum skins og holds, og bjálvað verður við glasull.

Útveggurin er meira »umstendiligur« at fáast við. Har skal tað, sum brúkast kann aftur, setast aftur í sama stað, har tað var, áðrenn tikið varð niður.

Nýggja tilfarið, brúkt verður, er heldur ikki hvat sum helst. Talan er um serligt innflutt timbur úr Noreg, har seintvaksandi trø eru brúkt. Hesi trøini eru helst eini 300 ára gomul.

Í fjør varð tornið í Bíggjar Kirkju umvælt eftir somu fyriskriftum, sum klædningurin nú verður.

Bjarni Bæk, dómpróstur, sigur, at tað er sera ringt at meta um kostnaðin av slíkum arbeiði, tí tað kemur alla tíðina okkurt aftrat, so hvørt, sum tikið verður uttanav. Tí er hildið best, at arbeiðið verður gjørt fyri rokning. Eisini tí, at tað er at kalla ógjørligt hjá handverkarunum at geva eitt tilboð. Teir vita jú ongantíð, hvat kann koma undan.

Tað er Heri Jensen, timburmaður í Sørvági, sum stendur fyri umvælingini á Bíggjar Kirkju.