Tað var fyri nøkrum árum síðani, at herverk varð framt á listaverkið, sum Tróndur Patursson hevur gjørt, og sum stendur í Havnará oman fyri Sjónleikarhúsið og Hoydalsvegin. Tað stendur beint framman fyri Gallarí Havnará.
Tróndur Patursson, listamaður, er nú í ferð við at skifta glas út, sum er brotið og at fáa ljósini aftur at lýsa, so listaverkið aftur kemur til heiður og æru – og kann lýsa so vakurt, sum tað gjørdi.
##med2##
##med3##
– Tað ger einki, um nøkur oyru verða brúkt upp á hetta, nú kommunan hevur brúkt so nógvar pengar upp á Havnará niðri á Vaglinum, sum ein íbúgvi við Havnará sigur.
Komman hevur játta pengar til umvælingina og til at fáa ljósini aftur at lýsa listaverki og at fáa ljósini í fossinum at lýsa aftur.
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##