Undanframførsla í Klaksvík

Fótbóltur: Bæði finaluliðini í kappingini um løgmanssteypið hava lyklaspælarar á skaðalistanum undan toppdystinum í landskappingini

Fyri fyrstu ferð í ár hittast KÍ og B36. Og tað er greitt, at tey skulu hittast aftur longu um tvær vikur, tá tað við finaluni um løgmanssteypið verður sett punktum fyri fyrra partin av kappingarárinum.

Støðutalvan boðar frá, at uppgerðin í Klaksvík er toppdysturin hetta vikuskiftið. Bæði í B36 og í KÍ eru teir fullir í sjálvsáliti, men tað er ilt at spáa um úrslitið, tí hjá báðum liðunum hevur spælið verið upp og niður.

John Petersen hjá B36 kom aftur úr Noregi mikudagin, og tveir aðrar lyklaspælarar hjá B36 hava ikki vant við fullari ferð. Teir eru Jákup á Borg, sum kortini fer at spæla í morgin, og so Jens Kristian Hansen, sum framvegis er sera ivasamur. Bjarni Prior er leikbannaður.

Marek Wierzbicki er óheppin, tá hann spælir í Sumba. Í fjør breyt hann kjálkabeinið og í hesari vikuni hevur hann ikki vant og fer neyvan at spæla í morgin, tí tá KÍ var í Sumba sunnudagin breyt Marek eitt bein í hondini.

Finn Baldvinsson, Símun Waag Høgnesen og Niclas Niclassen brenna allir eftir at sleppa upp í part, og um Marek ikki fær spælt, so er tað sannlíkt, at ein av hesum kemur á liðið.