Undangóðkenning til byggiverkætlan í Koltri

Nú er møguligt hjá arbeiðstakarum at søkja um undangóðkenning at bjóða uppá arbeiði í sambandi við forvitnisligu byggiverkætlanina í Koltri

Talan er um spennandi og slóðbrótandi verkætlan, ið hevur til endamáls at skapa karmar til gransking, varðveiting og miðlan av náttúru- og mentanararvinum í oynni.

 

Byggiverkætlanin er grundað á siðbundið føroyskt handverk. Arbeiðstakari fær ein einastandandi møguleika at vera við í eini nútímans víðarimenning av siðbundnum handverki, við burðardygd í hásæti, í einum heilt serligum umhvørvi úti í Koltri.

 

Stutt um Koltursætlanina

 

Í stuttum snýr Koltursætlanin seg um at miðla mentanar- og náttúruarvin í oynni. Í syðra parti av oynni skal søga og mentanararvur granskast og miðlast, meðan í norðara parti verður náttúran eygleidd, granskað og miðlað.

 

Bygningar, ið verkætlanin fevnir um

 

Teir karmar, ið nú verða gjørdir, skulu betra um umstøðurnar hjá starvsfólkum, granskarum og vitjandi at húsast í oynni. Embætishúsini verða endurnýggjað til fyristøðufólkini at búleikast í, ein

 

lon verður endurbygd, ið skal hýsa kafé, bátasmiðju og framsýningum, og tveir størri nýbygningar skulu byggjast uttanfyri bøgarðarnar. Har skal m.a. verða felt- og granskingarstøð, garasja og umstøður til setursskúlar, skeið og smærri ráðstevnur.

 

Meira fæst at vita á heimasíðu Tjóðsavnsins www.tjodsavnid.f