Seinasta ferðin gekk úr »Salinum« og á kirkjugarðin á Leiribø. Skarin, ið fylgdi Jens, var stórur, annað var ikki væntandi.
Jens var í miðjuni úr stórum barnaflokki, soleiðis sum elsti bróður hansara málbar seg við børu hansara. Tú fekk beinanvegin ta fatan undir røðu hansara, eins og tá yngsti bróðurin segði tey seinastu orðini fyri Jens á kirkjugarðinum, at hann var í høgum metum ímillum systkin síni.
Lívið hjá Jens var fjølbroytt, hann fekst við so mangt. Sjómaður, skipaeigari, reiðari, timburmaður og stjóri, bert fyri at nevna nakað. Hann var hugsjónarmaðurin, ígongdsetarin og undangongumaðurin, ið tordi at vága, uttan at hugsa um egnan vinning og egnan tørv.
Tí man tað hava verið honum beiskur biti, tá lívsverk hansara, flakavirkið, eins og nógv onnur virkir kring landið, ikki kundu halda á, hetta virkið, ið hevði kollveltandi broytingar fyri Hvalbiar Sókn. Og ikki nóg mikið við tí, aftan á virkið komu trolararnir, alt hetta elvdi til stóran framburð í Hvalba og aðra staðni við.
Virkið er nú á øðrum hondum, men ikki skerst burtur, at hetta var lívsverkið hjá Jens Norðberg og stendur eftir hann sum ein varði alla tíð.
Tað kundi verið so mangt at sagt um henda mann, sum var so fjøltáttaður, og sum ikki altíð dansaði á rósum. Lívið gav honum mong høggini, men hann fótaði sær kortini, har ið mangur annar helst hevði ligið eftirá. Hann hevði altíð okkurt nýtt at stevna eftir.
Jens var tjóðveldismaður. Hann var nevndarlimur í Suðuroyar Tjóðveldisfelag og hevði verið tað í mong ár. Hann var felagnum hollur. Avhildin og virdur millum sínar floksfelagar.
Eisini var hann okkurt skifti aðalstjórnarlimur. Eitt skifti sat hann á tingi. Í bygdarráðnum sat Jens í nógv ár og hendan setan, ið bleiv hansara seinasta, var hann bygdaráðsformaður.
Eg kom at kenna skyldmannin Jens rættiliga fyrst í 80 árunum. Vit sótu í nevnd Suðuroyar Tjóðveldisfelags eini 10 ár. Hann gjørdi ikki nógv burtur úr sær sjálvum, førdi seg stillisliga fram, kortini var hann drúgvur og heilur, har hann var. Eg eri glaður og takksamur, at tað untist mær at kenna skilamannin Jens Norðberg.
Dan