Undir 1000 fólk eru nú í ALS

Loftið í inngjaldinum til Arbeiðsloysisskipanina kemur ikki aftur beinanvegin

Umleið 100 fólk savnaðust hósdagin í Listaskálanum, har Arbeiðsloysisskipanin hevði henda stóra ársfund, nú stovnurin hevur fimm ár á baki.

Har vóru umboð fyri fakfeløgini og arbeiðsgevarafeløgini, umboð fyri landsstýrið og politisku flokkarar og umboð fyri íslendsku, norsku og donsku arbeiðsloysisskipanirnar.

Karin Kjølbro, forkvinna í stýrinum, fegnmaðist um tað minkandi arbeiðsloysið í Føroyum.

Umroknað til fulltíðarstørv er talið á arbeiðsleysum í Arbeiðsloysisskipanini minkað við góðum 300 fólkum, og umroknað til fulltíðarstørv eru nú undir 1000 fólk, sum fáa arbeiðsloysisstuðul. Við teimum arbeiðsleysu á Almannastovuni er talið á fólkum, umroknað til fulltíðarstørv, nú komið niður á bert 7% av allari tøkari arbeipsmegi. Tað var einaferð uppi á 25%.


Lógin broytt

Stutt fyri sammarfrítðina samtykti løgtingið nýggja lóg fyri Arbeiðsloysiskipanina. Lógin kom í gildi 1. juli í ár.

Høvuðsbroytingarnar eru m.a., at ábyrgdarbýtið millum stýrið og landsstýrið og viðvíkjandi umsitingini annars er blivið greiðari. Nú er tað stýrið sjálvt, sum ásetur allar fyrisitingarligar reglur fyri skipanina. Áður var tað soleiðis, at landsstýrið eftir tilmæli frá stýrinum skuldi gera kunngerðir fyri ymisk øki, meðan stýrið sjálvt kundi gera ásetingar fyri onnur øki.


Greiðari

Stýrið hevur eisini fingið greiðari fíggjarliga ábyrgd við nýggju lógini, tí nú skal stýrið sjálvt innan fyri ávísar karmar áseta inngjaldsprosentið til skipanina.

Við nýggju lógini er inngjaldið til skipanina lækkað. Fram til 1. juli rindaðu løngjaldarar og arbeiðsgevarar 2,75% í part av øllum lønútgjaldinum. 1. juli í ár fór gjaldið niður á 2,5%, og 1. januar fer tað niður á 2,25%.

Upprunaliga var loftið á inngjøldunum. Eingin rindaði meira enn 3.700 krónur um árið inn. Men loftið varð avtikið, tá skipanin var í neyð. Umhugsað hevur verið at sett inngjldloft aftur í lógina, men tað varð ikki mett ráðligt at gera beinanvegin av fíggjarligum orsøkum. Tann spurningurin verður kanska tikin upp aftur næsta ár, segði Karin Kjølbro.

Útgjaldsskeiðið og útgjaldsupphæddin vórðu ikki broytt á hesum sinni.


Ikki ov leingi

- Mett varð kortini, at best er at vera varin við at bjóða eitt ov langt tíðarskeið, sum til ber at vera í Arbeiðsloysisskipanini, tí við hesum er vandi fyri, at virkishugurin hjá fólki minkar, somuleiðis sum arbeiðsmarknaðurin gerst meira stirvin, segði Karin Kjølbro.

Samstundis sum nýggja lógin fekk gildi, varð høvuðskunngerðin, kunngerðin um útgjald av arbeiðsloysisloysisstuðli.. Kunngerðin fyri nýgju farloyvisskipanina og nærri reglur um inngjald til ALS er lýst í hesum mánaðinum.


Endurskoða fiskavirkisskipanina

Í næsta mánaði kemur ætlandi kunngerð viðvíkjandi arbeiðsloysistrygging til sjálvstøðugt vinnurekandi. Málið er við árslok at ava kunngerðir fyri alt høvuðsvirksemið hjá ALS.

- Fyri at røkka hesum máli er m.a. neyðugt at fáa gjørt nærri reglur fyri fiskavirkisskipanina, sum higartil bert hevur verið regulerað við sjálvari lógini og teimum umsitingarligu skipanunum hjá stovninum. Arbeiðsloysiskipanin hevur í hesum sambandið sett sær fyri at meta um fiskavirkisskipanina sum heild, segði Karin.

Búskaparráðnum dámdi einki, at inngjaldið til Arbeiðsloysiskipanina varð lækkað, men fleiri grundgevingar vóru fyri at lækka inngjaldið. Skipanin hevði ráð til tað, og hækkanin í sínari tíð varð ein fyribils loysn, tá ikki hevði gjaldøri, og tað lá neyvan í kortunum, at hækkanin skuldi vera varandi. Skipanin metir tað ikki sum sína fremstu uppgávu at hava stóra uppsparing.


Stendur væl til

Fíggjarliga stendur nú væl til hjá Arbeiðsloysisskipanini. Inngjøldini vaksa, og útgjøldini minka. Hetta hevur við sær, at skipanin nú hevur positivan eginpening og eitt gjaldføri, sum er størri enn skuldin til Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin.


Helvtin afturgoldin

Arbeiðsloysiskipanin lænti 70 mió. krónur frá Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, og lánið skuldi gjaldast aftur yvir komandi fimm árini. Men nú tað stendur so væl til hjá ALS, varð avgjørt at framskunda afturgjaldingina av láninum. Tískil vórðu 40 mió. krónur fluttar grunninum mikudagin.

Útgjaldsskipanin skal broytast, soleiðis at útgjaldsgrundarlagið verður rættari. Tað er til stóran ampa hjá teimum arbeiðsleysu at fáa krav um eftirregulering í útgjaldinum, og tað hendir av og á. Av somu orsøk hevur Arbeiðsloysiskipanin ikki havt einki tap av og nógv útgoldnum arbeiðsloysisstuðli.

Avgreiðslan av ALS-kortunum skal eisini gerast lættari, bæði hjá tí einstaka og hjá stovninum.

Arbeitt verður við, hvussu nýggja útgjaldsskipanin skal virka fyri tey, sum fáa lønina væl seinni, enn arbeiðið er gjørt. Tað kann t.d. vera hjá fiskimonnunum, um hýran ikki verður útroknað fyrr enn langt eftir, at túrurin er av.


Færri starvsfólk

Nú væl færri fólk fáa stuðul frá ALS, er arbeiðið á stovninum eisini minkað, og hetta hevði væl sær, at starvsfólkatalið við árslok varð skert. Tað fór úr 30 niður í 23.


135 kr. um tíman

Stýrislimirnir hjá Arbeiðsloysiskipanini fáa fasta samsýning. Grundgevingin er, at tað er fyri at lætta um umsitingina hjá stovninum. Samsýningin til stýrið er roknað út frá tí arbeiðsbyrðu, sum stýrisarbeiðið hevur við sær. Stýrislimirnir fáa nú eina upphædd, sum verður roknað við støði í einum tímasatsi upp á 135 kr. fyri stýrisfundir og fyrireiking í hesum sambandi. Samsýning til stýrisformannin fyri aðrar uppgávu verða roknaðar á sama hátt.


Betri umstøður

1. apríl í ár flutti Arbeiðsloysiskipanin í bygningin hjá Føroya Brunatrygging. Har eru betri umstøður hjá viðskiftaólkunum, og tænastustøðið er eisini hækkað á tann hátt, at upplatingar- og telefonavgreiðslutíðirnar eru øktar.