Undir húgvu

Fyrstu pisurnar eru floygdar. Hesa vikuna fara húgvurnar at vera sjónligar kring landið

STUDENTAR

Tað er altíð nakað serstakt hesar nógvu húgvarnar, sum hesa ársins tíð eru sjónligar í føroyska landslagnum. Pisurnar frá miðnámsskúlunum kring landið fáa eftir síðstu próvtøkuna eina húgvu setta á høvdið av læraranum.
Nakrar vikur áðrenn hava næmingarnir verið og tikið mát til húgvurnar, sum ikki hava langa livitíð og heldur ikki eru heilt bíligar, men sum eingin í dag vil vera fyriuttan.
Húgvan hevur ikki altíð verið so væl umtókt, og ymsu rákini hava sett sín dám, nær húgvan skuldi keypast ella ei.
Mánamorgunin varð eisini tosað um rák, men tað var í próvtøkuhølunum í Studentaskúlanum í Hoydølum. Onkur flokkur hevði føroyskt á skránni og onnur høvdu terpað í søgubókunum til síðstu próvtøkuna.
Mammurnar flokkaðust eisini um børnini við blómum á hesum serliga degnum. Eftir trý ára skúlagongd verður hesin dagurin mestur tann mest minniligi av øllum.
Ein teirra, sum fekk húgvuna á høvdið mánamorgunin, er 19 ára gamli Búi Àrantsson úr Havn.
Amerikanska borgarakríggið fjaldi seg handan spurningin, Búi trekti. Tað gekk eisini óført, og karakterurin varð eitt níggju tal.
Og hetta er Búi væl nøgdur við. Sum heild hevur tað verið strævið at ganga til próvtøku, og serliga støddfrøðin hevur verið tung at hála seg ígjøgnum, sigur Búi.
Eitt enn betri skoðsmál ? 11 ? fekk hann í evning. Tað verður eisini hendan leiðin, sum Búi fer at fylgja. Eftir ætlan fer Búi til Århus at lesa listasøgu eftir summarfrítíðina.
?Eg fari at sakna tey flokkinum, sigur Búi, sum hevur gingið í 3.Y ella 00.Y, sum tað eisini verður rópt.
Seks 3.S flokkar eru í Hoydølum. Tey fáa øll húgvurnar í vikuni, og hósdagin verður pisufundur á skránni.
Eisini á øðrum skúlum kring landið fáa tey í hesum døgum húgvur, soleiðis at allar húgvurnar fara at seta sín eyðkenda dám á ein stóran part av landinum ? kanska ikki minst jóansøkuna.
Sosialurin ynskir øllum teimum undir húgvuni hjartaliga tillukku.