Undirskriva avtalu um universitetssjúkrahús

Mikudagin verður avtala undirskrivað um universitetssjúkrahús í Føroyum.

Tað eru Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetur Føroya, sum mikudagin fara at skriva undir avtalu um  samstarv, sum skal verða grundarlag undir einum munadyggum og granskingar-grundaðum heilsuverki á høgum altjóða stigi.

Og í hesum sambandi er boðið til tíðindafundar í Kongshøll mikudagin seinnapartin.

– Endamálið við avtaluni er at menna heilsuvísindaliga gransking og útbúgving í Føroyum. Harumframt skal avtalan styrkja um góðsku og evidens í tilboðum um heilsufremjan, fyribyrging, diagnostikk, viðgerð, røkt og endurvenjing til gagns fyri sjúklingar í heilsuverkinum, skrivar Fróðskaparsetrið.

– Við hesi avtaluni um samstarv kunnu Fróðskaparsetur Føroya og Sjúkrahúsverkið formliga samstarva um heilsugransking, víðariútbúgving og undirvísing.

– Eisini er endamálið at tryggja best møgulig útbúgvingartilboð til lesandi á Fróðskaparsetri Føroya á heilsufakliga økinum eftir tí tørvi, sum er í Føroyum, skrivart Setrið.

Ein týðandi lutur í avtaluni er at seta upp felags mál, sum partarnir skulu leggja dent á í royndunum at tryggja starvsfólkunum og teimum lesandi í starvsvenjing so góðar karmar sum gjørligt.

– Avtalan fer at styrkja bæði Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetur Føroya, verður sagt.

Lesið álitið um universitetssjúkrahús her.