Undrar seg yvir úttalilsi hjá skipara

- Eg skilji ikki ordiliga Jón Rasmussen, skipara á verksmiðjutrolaranum Norðborg. Herfyri bjóðaði felagið, sum eigur skipið, makrelkvotuna, sum teir ikki fiskaðu í fjør, út til royndarveiði, sigur Jacob Vestergaard, sum annars fegnast um góða prísin, ið Norðborg fær fyri makrel undan Føroyum

STRÍÐ

Í blaðnum mánadagin høvdu vit samrøðu við skiparan á verksmiðjutrolaranum Norðborg, Jón Rasmussen. Teir vóru just lidnir við túr og vóru nú á veg til lands við 1300 tonsum av sild og makreli, sum teir høvdu fingið í einar 14-16 dagar. Lastin hevði eitt virðið upp á umleið 10 miljónir krónur.
Nú eigur Norðborg at kalla ongan makrel eftir at fiska, og tá veiðan í løtuni er rættiliga blandað við sild og makreli, er spurningurin, um skipið yvirhøvur kann fara nýggjan túr undir verandi umstøðum.

Heldur ikki orð
Í samrøðuni við Sosialin segði Jón Rasmussen, at Norðborg eigur 2.800 tons av makreli, sum lógu eftir frá undanfarna ári.
- Landsstýrismaðurin, sum í fjør heyst segði, at kvotan kundi flytast inn í 2010, sýtir nú fyri at útskriva okkum loyvi til at veiða hesi tonsini. Eg haldi, at orsøkin er, at landsstýrismaðurin er vorðin firtin, tí Felagið Nótaskip ikki hevur stuðlað honum í ætlanini at áseta Føroyum eginkvotu fyri makrel í 2010, men í staðin hevur mælt til at royna samráðingarleistin við hini londini, Noreg og ES, sum saman við Føroyum hava verið partur av strandalandaavtaluni.
Skiparin á Norðborg sigur, at tá Noreg og ES í fjør heyst søgdu, at tey fóru at lata síni skip fiska makrelkvotu, sum lá eftir í 2009, í 2010, fingu vit at vita, at vit eisini skuldu sleppa at fiska tað, sum eftir lá hjá okkum í 2009.
- Talan er um virðir upp á umleið 20 miljónir krónur, segði Jón Rasmussen við Sosialin mánadagin.

Kvotur detta burtur
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur seg undrast yvir hesi úttalilsi hjá skiparanum á Norðborg.
- Eg kenni sum so einki til hatta, sum Jón sigur. Eg skal ikki siga, at eg ikki havi nevnt handan møguleikan í onkrum samanhangi. Tá fyrst Noreg og síðan ES í fjør heyst søgdu, at tey fóru at flyta ófiskaða kvotu av makreli í árinum 2009 inn í 2010, kann eg sjálvandi hava sagt, at so fóru vit at gera tað sama. Hetta skal eg ikki afturvísa.
Landsstýrismaðurin sigur, at Noreg og ES komu við hesum útmeldingum av sínum eintingum, tó at tað ongantíð hevur verið við í strandalandaavtaluni millum londini, at ófiskað makrelkvota gongur inn í árið eftir.
- Tá árið er liðugt, detta allar kvotur burtur, sum ikki eru fiskaðar, og hetta er í prinsippinum eisini galdandi fyri kvotuna, sum lá eftir hjá Norðborg í 2009, sigur hann.
Jacob Vestergaard vísir á, at makrelkvotan í fjør var býtt út á ymisku feløgini sum eginkvotur, og tilsamans lógu sløk 4.000 tons av makreli, sum Føroyar áttu í avtaluni fyri 2009, ófiskað, tá árið var umliðið.
Parturin hjá Noreg, sum lá eftir, var sløk 70.000 tons, meðan ES segði seg at eiga umleið 7.000 tons eftir.

Vestergaard undrast
Landsstýrismaðurin sigur seg ikki sørt undrast yvir úttalilsini hjá Jón Rasmussen, tí fyri fáum vikum síðan sendi Felagið Nótaskip bræv til løgmann um makrelmálið.
- Hetta bræv var eisini undirskrivað av felagnum, sum eigur Norðborg, og í hesum brævi var eitt nú kvotan, sum Norðborg ikki fiskaði í 2009, bjóðað út sum royndarkvota. Tá veitt verður av royndarkvotu, er vanligt, at Havstovan eigur lut í verkætlanunum, og tá ber ikki til frammanundan at siga, hvør sleppur at fiska.
Jacob Vestergaard sigur seg tí ikki ordiliga skilja samanhangin í tí, sum skiparin á Norðborg førir fram um hesa ófiskaðu makrelkvotu.
- Felagið Nótaskip og partur av politisku skipanini í Føroyum hava heitt á meg um at roya hetta politiska umfar, sum nú er í gongd, og fyrr enn hetta er liðugt, ætli eg mær ongar avgerðir um makrelin, sigur landsstýrismaðurin.

Makrelur stórt virði
Jacob Vestergaard heldur annars, at samrøðan í Sosialinum við Jón Rasmussen er sera áhugaverd, nú skiparin vísir á, hvussu stórt virði í veruleikanum er í makrelinum, sum er undir Føroyum.
- Felagið Nótaskip hevur ferð eftir ferð ført fram, at makrelurin er so nógv meiri verdur, tá hann seinni um heystið kemur í norskan sjógvi. Hetta hevur verið ein av grundgevingunum fyri, at Føroyar ikki í óðum verkum, sum tað hevur verið rópt, eiga at áseta sær eginkvotu av makreli í føroyskum sjógvi.
Landsstýrismaðurin vísir til samrøðuna við Jón Rasmussen í Sosialinum, har skiparin sigur, at uppí einar 12-14 krónur kunnu fáast fyri kilo av stórum, heilfrystum makreli, um hann verður væl støddarskildur.
- Í greinini verða eisini aðrir áhugaverdir prísir nevndir, og knappliga er nú líkt til, at hetta velduga tilfeingið, sum kemur í okkara sjógv í summarmánaðunum, nú er so ómetaliga nógv vert. Hetta fegnist eg sjálvsagt um, men undri meg líka so nógv yvir, at uppsjóvarvinnan hevur verið so afturhaldandi í spurninginum um eginkvotu í 2010, sigur Jacob Vestergaard.