Mánadagin 6. november fara seks ungir føroyskir tónleikarar til London at luttaka í stóru, altjóða verkætlanini On Mass, sum the Roundhouse í London skipar fyri í samstarvi við Norðurlandahúsið og mentanarstovnar í India, Palestina, Brasil. Tað skrivar Norðurlandahúsið í tíðindaskrivi.
Í eina viku fara 180 ungir tónleikarar og sirkusartistar at skapa tónleik og list saman undir leiðslu av yrkislistafólki og við íblástri úr øllum londunum. Vikan endar við eini stórfingnari framførslu í The Roundhouse, har hesi ungu gávuríku listafólkini fara at framføra saman við heimskendu, Grammy-vinnandi sangarinnuni Angélique Kidjo. Framførslan er partur av EFG London Jazz Festival.
Framførslan verður sunnudagin 12. november kl 19.30 og kann stroymast live á heimasíðuni hjá The Roundhouse.
Tey seks, sum verða við úr Føroyum eru: Rasmus Vigant Samuelsen, Guðrið Patursson, Annika Malunardóttir, Beinir Troest Rasmussen, Eivin Dam Simonsen og Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge, og er tað BankNordik, ið stuðlar ferðina hjá ungu listafólkunum til Bretlands.