Ung í Føroyum 2010 verður um vikuskiftið

Um vikuskiftið verður Norð­­­urlandahúsið enda­vent. Húsið fer at surra av virksemi, áræði og ikki minst skapanar­huga. Hetta vikuskiftið er tað, at ársins »Ung í Føroyum-stevna« fer av bakkastokki.
Ung í Føroyum er ein heilt serlig mentanar­hend­ing, har ung í aldrinum 13 til 18 ár sleppa at geva sítt boð uppá, hvat ung­dóms­mentan er. Í ár eru seks verk­smiðjur við tónleiki, dansi, sirkusi, myndlist, design og skriving. Verk­smiðjuleiðararnir skulu vera vegleiðarar meira enn leiðarar, teir hava ikki fasta skrá lagda fyri verk­smiðj­una, men skulu í samstarvi við tey ungu seta leggja viku­skiftið til rættis, so øll fáa sum mest burturúr á tí støði, tey eru komin til.
Og tað eru veruliga dugna­lig listafólk, sum verða vegleiðarar: Á tón­leika­­verksmiðjuni verða Lena og Niclas, sum øll ung kenna og nógv elska, Vígdis Hentze kemur heim úr New York at vegleiða dansararnar, yrkarin og rokk­tónleikarin Petur Pól­son stendur á odda fyri skrivi­verksmiðjuni, snið­gev­in Katrina í Geil hevur designverksmiðju, lista­mað­urin Janus á Húsagarði skal læra frá sær á mynd­listaverksmiðuni og franski klovn­urin og línudansarin Joel Colas kemur beint úr Fraklandi at hava sirkus­verk­smiðjuna undir hond.
Meðan arbeitt verður, eru verksmiðjurnar stongdar fyri vitjandi, bert ein hevur óavmarkaða atgongd, og tað er orkesturleiðarin Bern­harður Wilkinson, sum skal orkestrera stóru al­­mennu sýningina, sum verð­ur sunnu­dagin 28. februar klokkan 18 við brot­um av øllum tí, sum er hent á stevnuni.