Ung kvinna í arbeiðsóhappi

Ein ung kvinna fekk skaða í sambandi við eitt arbeiðsóhapp í gjár

Tað var stutt fyri døgurða í gjár, at alarmsentralurin fekk fráboðan um eitt arbeiðsóhapp á virkin hjá Vaðhorn á Strondum.

Ein ung kvinna fekk onkursvegna hondina í eina maskinu. Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur í dag, at hann veit ikki nógv meiri um málið í løtuni.

- Vit fóru so á staðið at kanna málið, og Arbeiðseftirlitið fór sjálvandi eisini, og tey koma so væntandi við eini niðurstøðu seinni, sigur vakthavandi.