Framúrskarandi væl og sum fødd til at standa á einum palli, framførdi 13 ára gamla Ingibjørg Hansen úr Mikladali sangin, Crazy, hjá Patsy Cline.
Við reinu og djúpu rødd síni, kann henda evnaríka gentan avgjørt blíva til nakað innan songverðina. Umframt at hava eina vakra og sterka rødd, so liggur eisini serstakliga væl fyri hjá henni at upptraðka.
Hetta var fyrstu ferð, at Ingibjørg verluliga hevur roynt seg á einum palli.
- Mær hevur altíð dámt væl at sungið, og onkuntið havi eg, saman við onkrari vinkonu, sungið í avhaldshúsinum í Mikladali, sigur hon.
Høvuðsvinningurin í ár var ein gávukekkur upp á 10.000 krónur. Peningin ætlar Ingibjørg sær at fyri fyrst at seta inn.
Spurd, um hon fer at satsa upp á eina songkarrieru, sigur hon, at tað kundi hon væl hugsað sær.
- Men tað kemur tíðin at visa, svarar hon skilagott og róliga.
Ingibjørg gongur í 7. flokki í skúlanum í Mikladali, har hon býr saman við mammu síni, Hildibjørg.
Nummar tvey í Nósabarnaprix 2004 gjødist 11 ára gamla Barbara Petersen úr Havn. Hon fekk ein gávukekk upp á 3.000 krónur. Triðja plássið vann 13 ára gamla Sharon Zachariasen av Argjum, sum fekk 1.500 krónur fyri sítt avrik.
Finalan í Nósabarnaprix var á Torginum í SMS leygarkvøldið, og var tiltakið sera væleydnað við undirhaldi og skemti frá Kára, Angelu, klovninum Hannibal og Babyjames. Bæði børn og vaksin stuttleikaðu sær óført og fingu veruliga nakað fyri peningin.
Høvuðsstuðulin til tiltakið er Føroya Banki, síðani koma SMS og Burger King.
Tað eru teir báðir, Mark Joensen og James Olsen, sum skipa fyri Nósabarnaprix kappingunum.